Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Finnur spælir nú í næstbestu donsku deildini

Jákup Ósá

Finnur Justinussen hevur gjørt sáttmála við felag í næstbestu donsku deildini. 

Tað er John Faxe Jensen, venjari hjá Fremad Amager, sum hevur fingið Finn aftur til felagið, har hann spældi fyrr í ár. Finnur var heima í Víkingi eitt skiftið, men skaðar darvaðu nógv hesa tíðina. Tað hevur tó leingi verið greitt, at Finnur ikki fór at spæla í Føroyum í 2017. Einki verður sagt um, hvussu langur sáttmálin er.