Kappróður: Tær á manningini við 5-mannafarinum hjá Fípuni Føgru eru til reiðar, og ætla at geva kappingarneytunum ein skarpan gang. Tær byrjaðu dagin við einum forkunnugum morgunmati á Viðareiði.
Kappróður: Tær á manningini við 5-mannafarinum hjá Fípuni Føgru eru til reiðar, og ætla at geva kappingarneytunum ein skarpan gang. Tær byrjaðu dagin við einum forkunnugum morgunmati á Viðareiði.
Tær umborð á Fípuni Føgru eru sera spentar til ársins fyrsta kappróður á Norðoyastevnu. – Tað hevur verið vant dúgliga fram til kappingarbyrjan og í dag gleða tær seg til, at vísa hvør dugur er í teimum.
Tað er gott samanhald umborð og fyri at halda tað við líka, ótu tær morgunmat saman á Viðareiði í morgun hjá róðurskvinnuni, Óluvu Simonsen og Katarinu Simonsen, sum eisini rør við.
Nakrar av manningini hava róð fyrr, ímeðan onkrar eru óroyndar á økinum. Men allar eru tær samdar um, at í dag skal alt gevast og hvør spong togna, so áraknarrið hoyrist heilt inn til áskoðararnar.
Spennandi verður.




