Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Fípan Fagra og Páll Fangi vunnu

Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

KRF fekk tveir sigrar á norðoyastevnu.

Leygardagin var kappróður á norðoyastevnu. Hjá 5-mannaførum við kvinnum eldri vann Fípan Fagra mest sannførandi sigurin av øllum, har heili seks sekund vóru niður til nr. 2. Hjá 6-mannaførum við monnum vann Páll Fangi í spennandi kapping við Hósvíking. Hjá 8-mannaførum fekk Nevið Reyða eina sera keðiliga byrjan uppá kappingarárið, tí Nevið fekk tvey gul kort og slapp sostatt ikki at luttaka. Annað kortið fyri at hanga fastur í startinum og hitt fyri at ikki hava bjargingarvestar í bátinum. At Nevið Reyða hekk fastur var gott fyri Argjabátin, sum breyt eina ár í fyrra startinum. Til seinna startin fekk hann lánt eina ár og fekk eitt 2. pláss, sum hann neyvan hevði fingið við eini ár minni enn hini.

Harleywoodpaint