Teir hava verið líka við og næstan fleiri ferðir, men í dag eydnaðist tað. Fípan Fagra við dreingjum í barnaróðri vann á Fjarðastevnu í Vestmanna.
Fiskurin hevur vunnið seinastu róðrarnar, meðan Fípan Fagra sum oftast hevur verið beint í hølunum. Men í dag eydnaðist tað dreingjunum umborð á Fípuni Føgru at vinna. Talan gjørdist enntá um tryggan sigur, tí tvey sekund vóru aftur til Fiskin. Átta bátar vóru við.
Úrslit barnaróður dreingir á Fjarðastevnu í Vestmanna:
1. Fípan Fagra 2.38.10
2. Fiskurin 2.40.15
3. Heykur 2.40.38



