Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fípan nummar 2 – Páll Fangi nummar 4

Jákup Ósá

Bæði Páll Fangi og Fípan Fagra endaðu á sama plássi sum á jóansøku.

Páll Fangi við monnum endaði eins og seinast á 4. plássinum, tá 6-mannafør við monnum róðu á Varmakeldu. 3 sekund vóru fram til Tvørabáturin á 1. plássi, so munurin er ikki størri enn so, at tað kann broytast til ólavsøku um nakrar vikur.

Gentumanningin á Fípuni Føgru endaði á 2. plássi aftanfyri Firvald á 1. plássi. Munurin var ein bátslongd og gjøgnum róðurin var Fípan nakað nærri til tíðir.

6 mannafør menn

1 Tvørabáturin 04:56.10
2 Rádni 04:57.12
3 Jarnbardur 04:58.19
4 Páll Fangi 04:59.05
5 Hvessingur 04:59.14
6 Lómur 04:59.22
7 Smyril 05:01.00
8 Herningur 05:05.15
9 Gongurólvur 05:22.18

5 mannafør gentur

1 Firvaldur 05:22.01
2 Fípan Fagra 05:24.12
3 Jallurin 05:26.13
4 Silja 05:27.23
5 Sílið 05:31.18
6 Spógvin 05:35.21
7 Blikur 05:46.08