Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fípu dreingirnir vunnu – genturnar ov stuttar

Jákup Ósá

Fípan Fagra vann dreingjaróðurin, meðan genturnar blivu júst ov stuttar.

Fípan Fagra við dreingjum endurtók Norðoyastevnu sigurin. Hesaferð var kappingin frá Bliki sera hørð og í endanum var bara ein skutur á muni. Í endaspurtinum tók Blikur inná, men Fípan hevði vunnið seg nóg mikið fram um í miðróðrinum, sum gjørdi at sigurin helt allan vegin.

Fípan Fagra við gentum endurtók ikki sigurin, ið tær vunnu á heimasjógvi seinast. Byrjanin var ikki góð, men í miðróðrinum kom Fípan fyri seg og lá einu løtuna á odda áðrenn sjálvan endaspurtin. Í endaspurtinum var Drekin tann drúgvasti og vann við umleið hálvari bátslongd.

Úrslit 5 mannafør dreingir:

1. Fípan Fagra 5.25.12

2. Blikur5.26.01

3. Jallurin 5.35.07

5 mannafør gentur:

1. Drekin 5.56.09

2. Fípan Fagra 5.57.11

3. Jallurin 6.01.16