Beinleiðis stroyming!
Menniskju læra av djórum í FIRST LEGO League kapping. – Børn og ung úr øllum Føroyum hittast hjá Føroya Tele fyri at dystast um snildar robottar og at finna nýskapandi loysnir á avbjóðingum millum djór og menniskju. Tiltakið verður stroymað á internetinum.
Í morgun hittast gentur og dreingir úr Sandi, Hoyvík, Havnini, Runavík og Leirvík til kapping um robottar og nýskapandi loysnir. Liðini hava arbeitt í átta vikur við teimum nógvu uppgávunum í FIRST LEGO League kappingini. Stevnan verður sett nú klokkan 10.00 og er opin fyri almenninginum.
Kappingin FIRST LEGO League, sum hevur verið hildin í Føroyum síðan 2005, hevur í ár heitið Animal Allies. Hvussu kunnu menniskju hjálpa djórum, og hvussu vit kunnu læra og hava gagn av hvør øðrum?
Liðini skulu loysa nógvar avbjóðingar. Ein av teimum er byggja robottar, sum skulu programmerast til at loysa uppgávur á einum bana. Ein onnur avbjóðing er, at tey skulu finna eina loysn á einum trupuleika innanfyri evnið menniskju og djór. Tiltakið er við til at styrkja áhugan hjá børnum fyri náttúruvísindum og teknikki.
Vinnandi liðið í kappingini í dag, leygardagin, fer víðari til stórslignu skandinavisku finaluna, sum í ár verður hildin í Bodø í Noregi.
Kappingin leygardagin verður stroymað á hesi leinkju: https://www.youtube.com/channel/UCUWKFaJXxwgnKtSTp_O-Q7Q
Upplýsingar um FIRST Lego League
–Kunnleikakapping fyri børn og ung í aldrinum 9 til 16 ár
–Kappingarnar hava verið hildnar í Skandinavia síðan 2000
–Føroyar hava luttikið í kappingunum síðan 2005
–Endamálið við kappingini er at stimbra hugin hjá børnum og ungum til náttúru, tøkni og støddfrøði og vekja áhuga teirra at gerast t.d. verkfrøðingar og granskarar.
–Heimasíða hjá FIRST Lego League Scandinavia: www.hjernekraft.org




