Botnfiskastovnarnir undir Føroyum eru í søguliga vánaligum standi, samstundis sum uppsjóvarfiskur er í føroyskum sjógvi í ríkiligt mát. Hetta ger, at heimaflotin og virkir á landi als ikki passa til tað tilfeingið, sum vit nú hava at ráða yvir. Tí eiga vit sum samfelag at fara undir eina skipaða tillaging av flotanum, sigur stjórin í BankNordik, John Rajani
Botnfiskastovnarnir undir Føroyum eru í søguliga vánaligum standi, samstundis sum uppsjóvarfiskur er í føroyskum sjógvi í ríkiligt mát. Hetta ger, at heimaflotin og virkir á landi als ikki passa til tað tilfeingið, sum vit nú hava at ráða yvir. Tí eiga vit sum samfelag at fara undir eina skipaða tillaging av flotanum, sigur stjórin í BankNordik, John Rajani
Føroysk fiskivinna er farin ígjøgnum nakrar sera grundleggjandi og kollveltandi broytingar seinastu tíggju árini. Samstundis sum vanligu botnfiskastovnarnir als ikki geva tær nøgdir, sum teir plagdu, er uppsjóvarfiskur blivin ein nógv størri partur av føroyska fiskatilfeinginum.
– Hesar kollveltandi broytingar hava gjørt, at vinnutólini á sjógvi og landi, als ikki passa til tað tilfeingið, sum flotin hevur at veiða. Hetta krevur eina tillaging. Spurningurin er bara, um samfelagið skal bíða eftir, at hetta spakuliga hendir av sær sjálvum, ella um politisku myndugleikarnir skulu ávirka hesa tilgongdina, sigur John Rajani, tá ið Norðlýsið spyr stjóran, hvussu hann sær menningina í føroyskari fiskivinnu komandi árini.
Søguliga lágir stovnar
Tað er alment kent, at botnfiskastovnarnir undir Føroyum ongantíð hava kastað so lítið av sær sum nú. Seinastu 10 árini eru nøgdirnar av toski og hýsu støðugt minkaðar, og søguliga hevur fiskiskapurin ongantíð verið so vánaligur í eitt so langt tíðarskeið.
Nýggjastu hagtølini yvir botnfiskaveiðu undir Føroyum tala eisini sítt greiða mál. Avreiðingartølini fyri januar og februar í 2013 geva onga ábending um, at stovnarnir eru betri fyri og fara at kasta meira av sær í ár.
– Lítil ivi er um, at vit eisini síggja nøkur óvanlig náttúruviðurskifti í løtuni, sum ávirka stovnarnar og harvið veiðumøguleikarnar undir Føroyum. Vit hava seinastu árini vónað, at 90-ini fóru at endurtaka seg, og at toskurin fór at koma aftur. Men eingin hevur torað at hugsa tankan, at hetta kanska ikki fer at henda. At vit ístaðin kunnu uppliva tað sama, sum hendi við toskinum á Flemish Cap og undir Grønlandi. Hann hvarv brádliga og kom ikki aftur, sigur John Rajani.
Toskastovnarnir á Flemish Cap og undir Grønlandi kastaðu hundraðtúsundtals tons av sær í mong ár, men hvurvu síðani brádliga. Hóast ábendingar eru um, at toskurin møguliga er komin fyri seg aftur á hesum leiðum, hevur fiskiskapurin verið millum lítið og einki í mong ár. Hvat um hetta eisini hendir í Føroyum, spyr bankastjórin.
Skræddaraseymaður floti
– Tann heimaflotin, sum vit hava nú við húkaflota, partrolarum og djúpvatnstrolarum, er skræddaraseymaður til ein ávísan fiskiskap – fyrst og fremst eftir toski, hýsu og upsa, sum ikki verður virkaður stórvegis umborð men førdur til lands. Tær broytingar, sum vit hava sæð, hava við sær, at henda samansetingin av vinnutólum als ikki passar til veiðumøguleikarnar við nógvum uppsjóvarfiski og lítið av botnfiski.
– Tí mugu reiðarí, manningarfeløg, fíggingarstovnar og myndugleikar tora at taka spurningin um tillaging av heimaflotanum upp til politiska viðgerð. Ein partur av flotanum bløðir í løtuni spakuliga út, meðan ein annar partur av flotanum blómar sum ongantíð áður, sigur John Rajani.
Hann spyr í hesum sambandi, um tað er rætt, at ein heilur sektorur av okkara høvuðsvinnu sleppur at bløða út, av tí at tilfeingið er burtur og møguliga ikki kemur aftur í bræði. Hann nevnir sum eina møguliga loysn, at vit kunnu nýta ein part av tilfeingisgjaldinum til at gera neyðugar tillagingar. Á hendan hátt verða nøkur skip og loyvi koyrd úr flotanum, soleiðis at tey eftirverandi kunnu hava betri veiðumøguleikar, sum reiðarí og manning kunnu liva av.
– Hetta hevði havt við sær, at færri størv verða í flotanum í framtíðini, men hesi størv høvdu verið betri lønt og tryggari hjá manningini. Vit hava í løtuni ein línuflota, sum als ikki er tíðarhóskandi, og sum ikki klárar at kappast um arbeiðsmegina, tí at úrtøkan er so vánalig, og hýran av tí sama ov lág, sigur John Rajani.
Stýrd tillaging ella tilvild
Hann vísir á, at í løtuni fer ein tillaging fram av sær sjálvum, men henda tillaging gongur ógvuliga spakuliga. Avleiðingin er, at vinnutólini við húkaflota, trolarum og flakavirkjum á landi, sum vinnulívið hevur bygt upp ígjøgnum nógv ár, brádliga ikki hóska til okkara náttúrutilfeingið.
– Eg havi onga skræddaraseymaða loysn klára, men eg vil bara vísa á, at tær broytingar, sum eru hendar seinastu árini, hava gjørt, at vinnutólini als ikki eru hóskandi til teir veiðumøguleikar, sum vit hava í Føroyum í 2013.
– Vit mugu sum samfelag tora at taka spurningin um eina skipaða tillaging upp politiskt. Vit kunnu sita og bíða, men vit kunnu eisini royna at stýra hesi tillaging, soleiðis at vit tillaga okkara vinnutól á sjónum og virkini á landi til tað tilfeingið, sum vit hava nú.
John Rajani vísir á, at endamálið við tillagingunum er, at vit kunnu fáa eina búskaparliga burðardygga vinnu við betri lønsemi í heimaflotanum. Hetta hevði givið teimum, ið starvast har, tryggari størv við betri fortjenastu.
– Sum samfelag kunnu vit seta okkum upp afturá og bíða eftir, at ein partur av flotanum verður seigpíndur spakuliga. Hinvegin kunnu vit sum samfelag eisini taka sakina í egnar hendur og royna at ávirka tilgongdina, sigur John Rajani at enda.




