Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FISH FAIR NEWS: Vit merkja væl at botnfiskavinnan hevur tað ringt

Hannefíða Joensen

Tað sigur Kári í Garði stjóri á Kassamiðstøðini.

Tað sigur Kári í Garði stjóri á Kassamiðstøðini. 
Vit eru ein tænastuveitari til virkir og skip. Tað eru virkini og skipini ið eiga miðstøðina, og okkara uppgáva er at hava kør og kassar tøk til nærum øll endamál á virkjum og skipum.
Nú lítil fiskur hevur verið at fingið við Føroyar í skjótt 8 ár, hava vit merkt at tørvurin av kassum ikki hevur verið líka stórur sum onkintíð.
Okkara uppgáva er, at framleiða kassar, hava kassar á goymslu og ikki minst at umvæla kassar.
Tá ið vit spyrja Kára um tað henda broytingar í sniðgeving av kassum sigur hann, at teir siðbundnu 90 Ltr. kassanar fakkast ímeðan fleiri og fleiri skip og virkir eru farin at brúka 460 Ltr. kassar. Hetta hongur eitt sindur saman við, at teir smáau kassanar krevja “Manpower” ímeðan teir størru kassanar kunnu betur handterast við truckum og kranum. At teir smáau kassanar framvegis vera brúktir, hongur saman við at tað  eru keyparar í vilja hava fisk í smærri nøgdum, og kanska helst hýsa hevur tað betur í smærri køssum.