Á Torraskránna í dag stendur m.a. kl. 11.30 – 19 Fiskaborð á Café Gloria
Torra-umsitingin hevur havt fók á staðnum at kanna eftir góðskuni, smakkinum, hugnan, serveringini, umhvørvinum og øllum sum tí tilhoyrir.
Tað er ikki eiti á supperlativur ella lýsingarorðum Caféin fær. Best av øllum er rávøran, sum er so fesk, sum tað letur seg gera – Ja, tað er útvið, at fiskurin fer spraklandi í pottin.
Øll fiskavøran er frá í morgun: Lyppir, kjálkar, knettir, frikadellir, feskur fiskur – livur og rogn, og annað mangt.
Afturat tí var framúr fiskafsuppa, salfiskur og heimsins besti ræsti fiskur, og hvussu man kann fáa spik at smakka so væl sum hjá Café Gloria, ja, tað man vera ein loynidómur?
Omaná fekst tú ein frálíkan kaffimunn við rabarbutertu av Trøllanesi, so longur upp eftir gastronomiska stiganum slepst neyvan.
Okkara sneytarar sig frá, at slíkt fiskaborð skal tú leita leingi eftir. Og onkur teirra hevði eisini hitt gesir á staðnum, sum bedýraðu, at slíkan mat høvdu tey ikki fingið, síðani tey vóru smá.
Í dømingini av fiskaborðinum styðja vit okkum til eina útsøgn á staðnum: Café Gloria stendur til eina grøna Michelin stjørnu!





























