Sølan í morgun á Fiskamarknaði Føroya varð framskundað ein tíma. Fiskakeyparar vistu av ongum og stóðu eftir við ongum. Fleiri teirra eru ónøgdir við kunningina
Ein fiskakeypari ringdi til Norðlýsið nú fyrrapartin og gav ilt av sær. Talan er um at sølan á fiskamarknaðinum í morgun varð framskundað ein tíma. Kunningin varð løgd á heimasíðuna hjá fiskamarknaðinum ígjár sunnudagin. Fiskakeyparin helt tað verða ov vánaligt, tí ongin hyggur á heimasíðuna sunnudag, tí ongin fiskur er tá.
Orsøkin til framskundanina er ringa veðrið, sum hevur gjørt at fiskurin skal fraktast av landinum fyrr enn ætlað.
Norðlýsið veit at fleiri fiskakeyparar eru sera ónøgdir í morgin.



