Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fiskakeypari: Covid 19 ávirkar fiskaprísirnar

Jóhann Lützen

Dánjal Hansen er sølumaður á Rainbow Seefood og hann sigur, at tað eru fleiri orsøkir til lága prísin á hýsu.

Eyðólvur Vang á Norðsøka greiddi herfyri frá um vánaligar prísir á hýsuni. Vit hava vent okkum til ein fiskakeypara, at frætta nærri.

Dánjal Hansen er stjóri í Rainbow Seefood og hann sigur, at tað eru fleiri orsøkir til lága prísin á hýsu. 

– Tá talan er um hýsu, so fer sera nógv av hýsuni til tann bretska og skotska marknaðin. Nú Skotland og Bretland seta tiltøk í verk, og matstovur og barrir osv stongja, so ávirkar tað eftirspurning eftir fiski. Hettar ger at prísirnir fella á marknaðinum, tí lítil og ongin eftirspurningur er, sigur Dánjal

– Fiskakeyparar í Skotlandi og Bretlandi tora snøgt sagt ikki at keypa í løtuni, tí teir eru bangnir fyri at teir ikki sleppa av við vøruna, upplýsir Dánjal. 

– Viðmerkjast kann eisini at virði á pundinum ávirkar eisini støðuna. Eisini hoyrir við til søguna at norðmenn senda sera nógva hýsu á bretska marknaðin í løtuni. T.v.s. at í løtuni er ov nógvur fiskur á marknaðinum, í mun til eftirspurningin. Grundin er at Covid 19, tað ávirkar alt í løtuni, sigur Dánjal Hansen við Norðlýsið at enda. 

Harleywoodpaint