Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fiskaklettur 22.500 pund og Búgvin 26.500 pund

Jóhann Lützen

Tá vit vórðu á støð í regninum í morgun landaðu Fiskaklettur og Búgvin hjá NFCS

 

Fiskaklettur hevur roynt við troli norðanfyri og veiðan var mest toskur, sløk 14.000 pund, og síðani hýsa, sløk 4.000 pund.

Búgvin hevur somuleiðis roynt við troli norðanfyri, her var veiðan meira javntbýtt 10.600 pund av toski og 8.200 pund av hýsu.