Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskaklettur 90.000 pund í síðstu viku

Oliver Joensen

 Úti í Klaksvík ger manningin á Fiskakletti klárt at fara aftur til fiskiskap eftir illveðrið, ið verið hevur. Jógvan Petersen, skipari sigur, at tað hevur verið væl av góðum stórum toski at fingið seinastu tíðina. 

Í síðstu viku hava vit fingið tilsamans 90.000 pund. Vit avreiddu fríggjadagin, leygardagin fóru vit út aftur og tá fingu vit 32.000 pund eftir knapt samdøgur norður úr Mykinesi. Eg haldi at hetta er tað mesta vit hava fingið í fleiri ár. Fyri tveimum árum síðani var eisini gott hesa tíðina, men ikki so gott sum í ár. Faktiskt vantaðu vit góðan fiskiskap í fjørð, men tað bleiv ikki so gott. Men nú bragdar rættuliga, sigur Jógvan Petersen, skipari.