Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fiskaklettur fullur uppundir lúkurnar

Jóhann Lützen

Vit hava fylt skipið uppá tvey døgn, vit hava eini 60.000 pund inni, sigur Sørin Petersen við Norðlýsið í morgun

 

Norðlýsið hevur verið ein túr niðri á støð og har lá Fiskaklettur. Teir eru júst afturkomnir og fara at landa kl 13.00 í dag. 

Vit hava eini 60.000 pund, mesti parturin er hýsa. Vit hava roynt norðanfyri í I-kassanum, sigur Sørin. 

Prátið fellir skjótt inn á KÍ sum skal spæla í Helsinki í kvøld. Sørin var sjálvur ein sera góður leikari í 90’árunum. Og so sjálvandi Norð Festivalin á Viðareiði, har bygdin fleirfaldast av menniskjum leygardagin.

Harleywoodpaint