Í morgun fóru 86 tons av toski fyri kr. 9,57 í meðal. Fiskaprísurin er framhaldandi sera lágur og lítið hugaligt var at fylgja søluni á marknaðinum í morgun.
86 tons av toski fóru fyri ein meðalprís á kr. 9,57
45 tons av hýsu fóru fyri kr. 6,48 í meðal.
16 tons av longu fóru fyri kr. 6,66 í meðal.
Til samanberingar kunnu vit nevna at meðalprísurin hjá línubátunum um hesa tíðina í fjør var kr. 18,-.




