Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskidagarnir komandi fiskiár.

Oliver Joensen

Veiðubann í ein mánaða, fleiri økisfriðingar og 2% í niðurskurði í fiskidøgunum. Millum annað hetta stendur í broytingaruppskotinum til lógina um vinnuligan fiskiskap, sum Bjørn Kalsø, landsstýrismaður nú hevur borið í tingið. Uppskotið verður lagt fram á Ólavsøku.

Vit hava lagt dent á, at brúka amboðini í fiskidagaskipanini til tær skerjingar í veiðuni undir Føroyum, sum ætlanin er at gera komandi fiskiár. Tí skal ein hyggja at samlaða uppskotinum og ikki bert niðurskurðinum í fiskidøgunum, um ein skal fáa eina rætta mynd av skerjingunum, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum í samrøðu við Norðlýsið.

Fyrst er at nevna, at í uppskotinum liggur ein skerjing uppá 2% í fiskidøgunum fyri allar bólkar, og harafturat eru gjørdar broytingar viðvíkjandi keyp og sølu av fiskidøgum. Tað fer millum annað ikki at bera til at flyta fiskidagar frá húki til trol ella øvugt í framtíðini.

Harafturat verða fleiri økisfriðingar gjørdar fyri at verja toskastovnin. Eittnú verða gýtingarleiðirnar norðanfyri víðkaðar úteftir. Ætlanin er harumframt at steingja eina leið norður vestur úr Mykinesi ein part av árinum. Nógvur smáfiskur verður veiddur á hesi leið.

Tveir styttri steðgir verða eisini í fiskiveiðuni um árið. Talan er um tíðina frá umleið 19. desember til 2. januar og harafturat 14 dagar um summarið, har vinnulig veiða ikki er loyvd. Teir 14 dagarnir á sumri, verða lagdir um Ólavsøkutíð, soleiðis at hetta helst fer at hava eina industriferiu við sær.
Í uppskotinum hjá Bjørn Kalsø, fiskimálaráðharra er eisini ein nærum total friðing av Føroya Banka, har veiða bert verður loyvd eitt heilt stutt tíðarskeið úti á kantinum á djúpum vatni.

Gulllaksaveiðan hjá partrolarum fer í framtíðini at koma undir fiskidagaskipanina og broytingar fara eisini at verða gjørdar í meskavíddum hjá trolbátum, sum trola á landleiðini um sumrarnar.

Umframt skerjingarnar, so fer Fiskimálaráðið eisini at hyggja eftir, hvat er hent við flotanum, tá hugsað verður um effektivitet, síðani fiskidagaskipanin varð sett í gildi. Tað er umráðandi at vit hava nágreiniligar reglur og nágreiniliga vitan, tá nýggj skip koma í flotan fyri eldri skip, soleiðis at vit alla tíðina nevyt kunnu fylgja við effektivitetinum hjá føroyska fiskiflotanum, sigur Bjørn Kalsø víðari.

Sum sagt, so hava vit lagt dent á, at brúka so nógv amboð sum gjørligt, í lógini fyri vinnuligan fiskiskap. Vit kunnu ikki bert skerja í fiskidøgunum, tí okkara skipan hevur nógv fleiri amboð innbygd enn eitt nú ein kvotaskipan, og tí er umráðandi at vit eisini brúka hesi amboðini, sigur Bjørn Kalsø, fiskimálaráðharri at enda við Norðlýsið.