“Allur fiskiskapur skal vera lívfrøðiliga, búskaparliga og samfelagsliga burðardyggur.” Tað er, sambært samgonguskjalinum, aðalmálið við nýskipanini á fiskivinnuøkinum.
“Allur fiskiskapur skal vera lívfrøðiliga, búskaparliga og samfelagsliga burðardyggur.” Tað er, sambært samgonguskjalinum, aðalmálið við nýskipanini á fiskivinnuøkinum.
Og nú hevur Havstovan boðað frá, hvat lívfrøðilig burðardygd merkir. Tað merkir fyri tað fyrsta, at allir óbrúktir dagar hjá skipabólkunum 3, 4 og 5 (línuskip, smáir trolarar og útróðrarbátar) verða tiknir úr skipanini. Harvið blíva umleið 40 prosent at loyvdu døgunum burtur.
Av teimum 60 prosentunum sum tá verða eftir, mælir Havstovan til at skerja helvtina. Tað vil siga, at samanlagt 70 prosent av útlutaðu døgunum hjá hesum bólkunum skulu takast úr skipanini í komandi fiskiári, um málið fyri lívfrøðiliga burðardygd skal verða nátt.
Onnur tilmæli
Havstovan mælir eisini til at seta onnur tiltøk í verk, fyri at halda fiskastovnunum innanfyri eitt lívfrøðiliga burðardygt mark. Mælt verður millum annað til at bólkur 2 (trolarar), ið serliga fiska upsa, varðveitir verandi dagatal, men at rist verður brúkt í trolinum, fyri at verja tann smáa fiskin.
Mælt verður eisini til at friða eina leið eystanfyri alt árið, fyri at veja teir yngstu árgangirnar av hýsu, og fyri at verja teir yngstu árgangirnar av toski, mælir Havstovan til framhaldandi at friða ungfiskaleiðirnar. Eisini aðrar friðingar og neyvari upplýsingar um fiskiskapin hjá útróðrarbátunum verða nevndar í tilmælinum hjá Havstovuni.
Mælt verður til at seta tiltøk í verk, sum skulu flyta húkaveiðuna meira út á ytru leiðirnar, og Føroya Banki skal vera stongdur fyri øllum vinnuligum fiskiskapi. Mælt verður somuleiðis til at seta í verk eina umsitingarætlan fyri tosk, hýsu og upsa, ið greitt sigur, hvat skal gerast, um stovnarnir minka niður um eitt minstamark.
Politiska semjan verður ein avbjóðing
Allur fiskiskapur skal vera lívfrøðiliga, búskaparliga og samfelagsliga burðardyggur, stendur í samgonguskjalinum, og ein arbeiðsbólkur er settur at gera uppskot til nýggja fiskivinnuskipan, ið skal gera tað møguligt at fylgja hesum málsetninginum. Men greitt er, at tað verður trupult at fylgja tí málsetninginum, um mátistokkurin hjá Havstovuni fyri lívfrøðiliga burðardygd skal verða fylgdur.




