Løgtingið hevur fyri løtu síðani samtykt við 2. viðgerð fiskidagarnar fyri komandi ár.
Sum væntað stóð samgongan saman um broytingaruppskotið hjá samgonguumboðunum í Vinnunevndini, meðan uppskotini frá andstøðuni fullu.
Enn manglar uppskotið eina viðgerð, og samgongan boðaði frá í Løgtinginum í morgun, at tey fara at koma við einum broytingaruppskoti til ta viðgerðina.
3. viðgerð verður mikudagin 17. august.




