Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskidagarnir til aðru viðgerð

Helgi Abrahamsen

Nú klokkan 10 verður løgtingsfundur, har millum annað málið um fiskidagarnar fyri komandi fiskiár er á skránni.

Lagt er upp til hært orðaskifti, men tó bendir alt á, at uppskotið hjá landsstýrismanninum verður samtykt við nøkrum smávegis tillagingum.

Bjarni Hammer, formaður í Vinnunevndini, segði við Norðlýsið fríggjadagin, at hann fór at gera eina roynd at finna eina breiða semju um málið, men tann royndin miseydnaðist.

Umboðini hjá samgonguflokkunum í Vinnunevndini (Bjarni Hammer, Bjørt Samuelsen og Ingolf S. Olsen) mæla løgtinginum til at samtykkja uppskotið hjá landsstýrismanninum (við tillagingum). Bjørn Kalsø og Kári P. Højgaard mæla til at lækka fiskidagarnar við 5 prosentum fyri allan flotan, og Jørgin Niclasen og Jákpu Mikkelsen mæla til at hava sama tal av døgum sum í verandi fiskiári.

Saman mæla allir andstøðuflokkarnir til at strika § 1, nr. 3 í uppskotinum. Tað er tann reglan sum sigur, at eykadagar kunnu lutast útaftur við støði í brúktum døgum í undanfarna fiskiári.

”Hetta stríðir beinleiðis ímóti grundreglunum í fiskidagaskipanini, og verður uppskotið samtykt, fer tað bæði at eggja til ovfisking á innaru leiðum og ørkymlan í vinnuni,” siga andstøðuumboðini í Vinnunevndini.

Harleyfacadeacryl