Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskiflotin skal tillagast

Martin Pauli Jacobsen

Fiskifrøðingar meta, at tað eru óneyðuga nógv fiskifør í fiskivinnuni. Um fiskiflotin minkaði niður í eina helvt, vil sama mongd av fiski koma upp á land.

Hvørt ár mugu vit tí útrokna lutfallið millum veiðiorku og fiskatilfeingi. Í miðal yvir t.d. 5 ár skal tað vera samsvar.

Vit fáa mest úrtøku, um fiskiflotin er so lítil sum gjørligt, men samstundis klárar at fiska allan fiskin.

Dømi um roknistykki

Á hvørjum ári skulu vit rokna út veiðiorkuna av flotanum í mun til fiskatilfeingi. Hetta roknistykkið kundi t.d. sæð soleiðis út:

Ár Veiðiorka% Ov nógvveiðiorka % Viðmerking
2010 200 100 100% yvirkapacitetur
2011 203 103
2012 190 90
2013 180 80
2014 170 70
2015 160 60
2016 150 50 50% yvirkapacitet
2017 140 40
2018 130 30
2019 120 20
2020 110 10 10% yvirkapacitet.
2021 100 0 Javnvág Veiðuorka/Skip

Talvan vísir eitt hugsað dømið, har veiðuorkan á flotanum verður útroknað.

Um veiðuorkan er 100%, so klárar flotin akkurát at fiska allan fiskin. Um veiðiorkan er 200%, so hava vit dupulta veiðuorku í mun til, hvat er neyðugt. Spurningurin er nú, hvør tann optimala støddin á flotanum er. Tað optimala punktið liggur, har samsvar er millum fiskanøgd og veiðuorku, t.v.s í hesari talvu har veiðuorkan er um 100-110 %.

Hví rokna vit ikki út, hvussu nógv veiðuorka er í føroyska flotanum hvørt ár? At vit hava alla hesa veiðuorkuna merkir, at vit søpla virðini í fiskivinnuni burtur.

Niðurstøða

Vit skulu hvørt ár at rokna út veiðiorkuna í fiskiflotanum.

Vit kunnu ikki góðtaka, at okkara virði verða søplað burtur av einum flota, ið tjenar alt ov lítið, av tí, at alt ov nógvir fiskifør eru.

Tað er einlandsuppgávaat tvinga fiskiflotan at hava eina hóskandi stødd. Landið kann til dømis regulera við at seta eitt kiloavgjald á veiðuna, so at tann tyngsti parturin av flotanum verður lagdur.

Martin Pauli Jacobsen

Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið