Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskikapping kl. 17 á Kósabrúnni fyri øll børn

Jóhann Lützen

Børnini skulu sjálvi hava tráðu og bjargingarvest við

Tilmeldingin er á Kósabrúnni, har luttakarar fáa agn, posa og pappírslepa at skriva navn og fartelefonnummar á.
Møtið í góðari tíð.

Børn og vaksin fáa kaffi, kakao og góðgæti.

Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2, og 3 í hesum bólkum:

Gentur undir skúlaaldur, dreingir undir skúlaaldur, gentur í skúlaaldri og dreingir í skúlaaldri.

Tann, ið fiskar størsta fiskin verður útnevndur  fiskikongur/drotning, fær handað steyp umframt sleingitráðu frá Berglon.

Heiðursmerkjahandanin verður á stóra palli á Sjómannadegnum leygarmorgunin 23. august kl. 11.15

Sí skránna fyri Sjómannadagin her.