Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskiloyvini skulu ikki keypast og seljast

Nordlysid

Fiskivinnan hevur alt at siga fyri føroyingar. Tí er tað avgerandi, at fiskivinnan fær tryggar karmar at virka undir, eisini aftaná 2018, tá verandi fiskiloyvi ganga út. Samgongan megnaði ikki at gera ein fiskivinnureform, sum gav vinnuni tann neyðuga tryggleikan. Ístaðin verður hetta uppgávan hjá eini komandi samgongu.

Fiskivinnan hevur alt at siga fyri føroyingar. Tí er tað avgerandi, atfiskivinnan fær tryggar karmar at virka undir, eisini aftaná 2018, tá verandifiskiloyvi ganga út. Samgongan megnaði ikki at gera ein fiskivinnureform, sumgav vinnuni tann neyðuga tryggleikan. Ístaðin verður hetta uppgávan hjá einikomandi samgongu.

 

Fiskivinnan hongur óloysiliga saman viðtí samfelag hon virkar í. Virðini, sum verða skapt, verða ikki bara skapt avteimum, sum føra fiskin til lands. Tey verða eisini skapt av flakakvinnuni, sumhagreiðir fiskin. Virðini verða eisini skapt av pakkarunum, sum fáa fiskin inná frystigoymsluna, og virðini verða skapt av sølufólkunum, sum skulu royna at fáasum mest fyri fiskin. Øll hesi eru lið í eini ketu, sum skapar virðisøking, iðkemur øllum til góðar – vinnulívi eins og samfelag.

Dynamikkurin í fiskivinnuni skaltryggjast ígjøgnum marknaðarkreftirnar. Men at áleggja fiskivinnuni ovurstórarútreiðslur fyri fiskiloyvini, langt áðrenn loyst verður frá kai, er atmisskilja marknaðarkreftirnar. Tí skulu fiskiloyvini ikki keypast og seljast,sum tað hendir í dag, tá skip verða keypt og seld fyri at fáa fatur á loyvum,tá ið fiskivinnureformurin verður gjørdur. Ístaðin eiga marknaðarkreftirnar atkoma til sín rætt, tá tilfeingisgjaldið verður ásett. Hetta skal gerast á tannhátt, at tá fiskidagar og kvotur verða bjóðað fram á einum almennumfiskidagamarknað, so bjóðar keyparin uppá, hvussu høgt tilfeingisgjald hann villata. Og tann, sum vil gjalda tað hægsta tilfeingisgjaldið, vinnur. Úrslitiðverður, at tilfeingisgjaldið verður tengt at virðisøkingini av fiskinum og ikkiat sjálvum fiskiloyvinum.

Fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks, ogtað skal ikki broytast. Tí skal hvørki verða møguligt at veðseta fiskiloyvi,ella at selja tey víðari. Tey skulu inndragast, tá tey ikki verða brúkt, ogútskrivast, tá hetta er ráðiligt í mun til veiðitrýstið. Og sjálvandi skulufiskiloyvi ikki latast strámonnum fyri útlendskan kapital.

Tá vit koma til 2018, má skil fáast áøllum teimum mongu fiskiloyvunum, sum antin liggja óbrúkt ella liggja íhondunum hjá strámonnum. Men sjálvandi skal tað vera gjørligt hjá teimum, sumframmanundan eru í fiskivinnuni og hava gjørt stórar íløgur í skip, at haldafram og at virka í eini nýggjari skipan. Samstundis skal tað eisini verðamøguligt hjá nýggjum og virkisfýsnum vinnulívsfólki at sleppa framat.

Verið eg valdur á ting, er hettainnihaldið í tí fiskivinnureformi, eg vil arbeiða fyri.

 

X við E
X við Jóhann Lützen