Fríggjadagin 17/9 komu enski og føroyski fiskimálaráðharrarnir, Ben Bradshaw og Bjørn Kalsø til Klaksvíkar við Brimli.
Ørindini vóru at vísa enska fiskimálaráðharranum størstu fiskivinnuhavnina í Føroyum.
Vitjað varð á Kósini, har Hanus Hansen stjóri greiddi frá um virkið. Umframt at skipað varð fyri einum kunnandi fundi á Kósavirkinum, var eisini farið runt í húsinum, har høvi var hjá enska fiskimálaráðharranum at síggja gongdina og framleiðsluna á einum føroyskum fiskavirki. Hanus Hansen sigur, at Ben Bradshaw virkaði sum ein maður, ið hevði sett seg inn í tingini og spurdi sera viðkomandi spurningar. Vit høvdu varhugan av at hann vitsti hvat hann var komin eftir og at hann var fyrireikaður.
Síðani gekk leiðin í býráðshøllina, har býráðið var vertur við ein góðan døgurða, sum Jákup Ziskason og hansara fólk hegnisliga høvdu skipa fyri og har var sum vera man, mangir úrdráttir úr fiski, sum enski fiskimálaráðharrin kundi royna, millum annað høgguslokk, men hóast grind og spik var á borðinum, og nurtu ensku gestirnir ikki tað. Spurdur um hví hann ikki royndi tvøstið, segði Ben Bradshaw, at tvøstið og spikið tiltalaðu hann ikki. Hetta við grind og spik var kanska eitt sindur spennandi hjá okkum tíðindamonnum, tí hevði hann roynt tvøstið, so hevði tað helst verið í føroysku yvirskrivtunum dagin eftir, men tað høvið fingu vit ikki. Ben Bradshaw hevur eina fortíð sum journalistur hjá BBC, so hann dugdi væl at taka ímóti tíðindafólki og virkaði opin og fryntligur.
Kunngjørt varð á skránni, at tíðindafundur skuldi vera í býráðshøllini. Tá tíðindafundurin skuldi byrja helt enski fiskimálaráðharrin fyri, at hugaligari var at fara útum at práta, so føroyska pressan stóð uttanfyri býráðshøllina á tíðindafundinum saman við teimum báðum Bjørn Kalsø og Ben Bradshaw.
Enski fiskimálaráðharrin var komin higar at kunna seg um fiskidagaskipanina. Sum kunnugt brúka onglendingar sjálvir eina kvotaskipan, sum fiskimenn eru sera ónøgdir við og sum vit skiltu, so ætlar Bretland at gera sína ávirkan galdandi í ES at fáa eina fiskidagalíknandi skipan upp at standa, tí sum Ben Bradshaw segði, tit í Føroyum hava dugað betur at fiska burðardygt fyri fiskastovnarnar enn vit hava.
Hann nevndi eisini gjónna ímillum fiskifrøðingar og fiskivinnu og segði, at eftir hansara tykki høvdu hesir báðir partar nærkast hvørjum øðrum nógv tey seinnu árini.
Í býráðshúsinum fekk Ben Bradshaw eisini kunning um føroysku fiskidagaskipanina og millum aðrar vóru Reiðarafelagið, Fiskimannafelagið við á fundinum.
Eftir fyriskipaninar í býráðshøllini, varð fari aftur til Havnar.




