Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskimálaráði ætlaði at selja Trygdarmiðstøðina í Klaksvík

John William Joensen

Skjøl, sum Norðlýsið hevur fingið innlit í, vísa at fiskimálaráði hevði ætlanir um at einskilja Trygdarmiðstøðina í Klaksvík

Málið um at byggja nýggja Trygdarmiðstøð í Klaksvík hevur havt drúgva viðgerð í politisku skipanini, men tá løgmaður stutt undan jólum  útskrivað løgtingsval – datt uppskotið burtur í løgtinginum.

Undir viðgerðini í løgtingsins vinnunevnd  kom fram at privat felag í Havn hevði ætlanir um at keypa trygdarmiðstøðina, men meira frættist so ikki um hesar ætlanir.

Nú er komið undan kavi at seinastu mánaðirnar hevur eitt miðvíst arbeiði verið gjørt fyri at keypa trygdarmiðstøðina í Klaksvík og at landsstýrið fekk eitt tilmælið um einskiljing av Trygdarmiðstøðin – beint áðrenn samgongan millum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Miðflokkin slitnaði.

Sambart hesum ætlanum skuldi trygdarmiðstøðin seljast felagið í Tórshavn.

Landsstýrismaðurin og aðalstjórin í tilfeingisráðnum vóru eisin á fundi við sp/f Sjóvinnudepilin har omanfyri nevnda mál varð viðgjørt.

Skráin fyri fundin er at finna í telduposti, sum er sendur aðalstjóranum og Landsstýrismanninum í tilfeingismálum:

1. Møguligt keyp av Trygdarmiðstøðini.
2. Um ikki 1. kann vera veruleiki, so at fáa skipaði viðurskifti á økinum. Eisini í samband við skeiðsprisir, soleiðis at vit kunnu fáa eina líkastillaða kapping.
3. Góðkenningartrupuleikar
4. Loðstænastan
5. Leyst og fæst

Eingin fundarfrásøgn

Hóast Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum og Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í tilfeingismálum, vóru á  fundinum, so váttar fiskimálaráði at eingin fundarfrásøgn er til.

Tann 11. september verður eitt upprit gjørt í Fiskimálaráðnum, sum verður lagt fyri landsstýrið. Uppritið hevur yvirskrifina " Einskiljan av Trygdarmiðstøðini í Klaksvík"

Baði Fiskimálaráði og Løgmannsskrivstovan noktað okkum innliti í uppritið.

Løgdeildin í Tinganesi skrivar tó til Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi landdstýrismann, um Norðlýsið kann fáa "meir-innlit" í málið – men eftir at hann hevur svara verður okkum endaliga sýtt innlit í málið.

Trygdarmiðstøðin ein kastibløka?
Undir ABC samráðingunum fyri góðari viku síðan, fóru tíðindi at ganga, at Trygdarmiðstøðin í Klaksvík skuldi leggjast undir Mentanarmálaráði og sambart keldum var talan um at leggja stovnin undir Vinnuháskúlan. Um so var so var stovnurin óivað fluttir til Havnar – men hesi tíðindi vóru í morgun avsannaði í telduposti frá Fiskimálaráðnum.

Breið politisk semja hevur annars verið um at Trygdarmiðstøðin í Klaksvík skuldi fáa egin hølir og fáa karmar at menna seg til ein áhugaverdan stovn fyri sjó- og oljuvinnu í norður høvum.

Tað kann ikki verða nøktandi fyri trygdina á sjónum at ein so týdningarmikil stovnur gerst ein kastibløka í politisku skipanini og tíðin er komin til at senda út greið politisk signal.

Søgan um Trygdarmiðstøðina í Klaksvík er ein góð lýsing av hvussu trupult tað er hjá almennum stovnum at virka uttan fyri høvuðsstaðin.

Hóast stovnurin hevur verið í stórari menning og tað sambart lógarkravið er neyðugt hjá øllum sjófólki at hava trygdarskeið – so vísir hetta málið at stór óvissa valdar um framtíðina hjá hesum stovninum.

Spurnartekin kann eisini setast við um tingfólk úr Norðoyggjum hava sovið í tímanum meðan arbeitt hevur verið í loyndum fyri at niðurleggja ein almennan stovn í Klaksvík.

Centralisman er ísakøld og hóast skiftandi samgongur hava havt føgur orð sum bygdamenning – útbreiðslu av almennum stovnum – blokkstuðul og útjavning – so eru hetta bert føgur orð. Í meðan politikarar tosað er centralisman við at køva alla menning í útjaðaranum.

——————–

Brot úr gongdini í málinum um at "Einskilja Trygdarmiðstøðina í Klaksvík"

Tann 21. september 2007

Skrivar Lassi Borðoy, stjóri á Sjóvinnudeplinum í Tórshavn

Vísandi til skriv okkara frá 21. september 2007, vilja vit hervið biða um at fáa svar uppá okkara fyrispuring um keyp av trygdarmiðstøðini í Klaksvík.

Í brævinum verður m.a. víst til at Sjóvinnudepilin í samstarvið við Sjómannskúlan í Klaksvík kann bjóða fram skeið sum eingin annar kann bjóða og at ætlanin er at keypa trygdarmiðstøðina í Klaksvík.


Tann 12. desember 2007

Skrivar aðalstjórin í Fiskimálaráðnum til stjóran á Svinnudeplinum í Tórshavn

Víst verður til skriv, dagfest 21. september 2007 og fund okkara millum fyrispuringar um keyp av Trygdarmiðstøðini í Klaksvík.

Fiskimaálráði skal við hesum boða frá, at nú nýval er útskrivað, kann avgerð ikki takast um fyrispurning tygara fyrrenn eftir, at nýggj samgonga er skipað……..

Tann 11. juni 2008 kl. 10:16

Stjórin á Sjóvinnudeplinum í Tórshavn, skrivar til Landsstýrismannin í fiskivinnumálum.

Stutt "brifing" innnan fundin fríggjadagin 13. juni kl. 11 á Saltsøluni 4. Hædd.

Tað, sum til henda fundin liggur okkum á hjarta, eru fylgjandi mál:
1. Møguligt keyp av Trygdarmiðstøðini.
2. Um ikki 1. kann vera veruleiki, so at fáa skipaði viðurskifti á økinum. Eisini í samband við skeiðsprisir, soleiðis at vit kunnu fáa eina líkastillaða kapping.
3. Góðkenningartrupuleikar
4. Loðstænastan
5. Leyst og fæst

Tann 13. juni kl. 11
eru landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum og aðalstjórin á fundi við sp/f Sjóvinnudepilin í Tórshavn har tosað verður um ætlanirnar um at einskilja Sjóvinnudepilin.

Fiskimálaráði kann ikki upplýsa hvat bleiv sagt og avtalað á hesum fundinum.

Fundurin er ikki skrásettur nakrastaðni og eingin fundarfrásøgn er skrivað frá fundinum.

Frá fiskimálaráðnum verður sagt at aðalskrivari ráðsins ikki hevur skrivað nakað um fundin tí fundurin var ikki ein veruligur fundur men meira ein vitjan.

Tann 12. september 2008 gerð fiskimálaráði eitt upprit til Landsstýrisfund

Uppritið sum Tórbjørn Jacobsen hevur undirskrivað hevur yvirskriftina "Einskiljing av Trygdarmiðstøðini í Klaksvík"

Fiskimálaráði noktar innlit í uppritið

Tann 2. okotber 2008 skrivar Fiskimálaráði til Norðlýsið

Víst verður til teldupost tín, dagfestur 1. oktober 2008, har biðið verður um innlit í ætlanirnar hjá leiðsluni í Fiskimálaráðnum at selja Trygdarmiðstøðina í Klaksvík til privatar.

Fiskimálaráðið hevur 2 mál hesum viðvíkjandi.

1. “Keyp av Trygdarmiðstøðini”. Vit geva fult innlit í hetta mál.

2. “Einskiljing av Trygdarmiðstøðini”.
Hetta mál inniheldur bert eitt upprit til landsstýrisfund. Sambært § 10, nr. 1 í lóg um alment innlit fevnir rætturin til skjalainnlit ikki um skjøl, ið verða gjørd av einum myndugleika til nýtslu á fundum millum landsstýrismenn. Fiskimálaráðið hevur út frá einari heildarmetan av málinum avgjørt ikki at geva meirinnlit í uppritið.   

Hósdagin 2. oktober 2008 svarar Aðalskrivarin í Fiskimálaráðnum fyrispurning frá Norðlýsinum

Meðan samgongusamráðingarnar (ABC) vóru frætti Norðlýsið tíðini um at Trygdarmiðstøðin í Klaksvík var flutt til Mentannarmálaráði

Fyrigev, at eg svari eitt sindur seint, men spurningur tín kundi ikki svarast fríggjadagin – ei heldur fyrstu dagarnar av hesi vikuni.

Teldupostur tín er sendur 26. sept kl. 12.15, men landsstýrið var ikki formliga skipað fyrr enn umleið 4 tímar seinri. Tí var ikki møguligt at siga nakað endaligt um málsøkjabýtið.

Fyrstu dagarnar eftir 26. fóru ymsar justeringar fram í málsøkjabýtinum og ikki fyrr enn tær vóru lidnar, metti eg tað sum rætt, at gera almenningar viðmerkingar.

Endaligt svar: Trygdarmiðstøðin er partur av Fiskimálaráðnum.

NB! Fiski- og tilfeingismálaráðið, broytir við málsøkjabýtinum navn til Fiskimálaráðið.


Tann 2. oktober 2008 svarar Løgmannsskrivstovan fyrispurningi frá Norðlýsinum
Norðlýsið bað um alment innlit í upprit til til landsstýrisfund um at einskilja ognir og virksemi, ið er knýtt at Trygdarmiðstøðini í Klaksvík

Svar frá løgmansskrivstovuni:
Upprit til landsstýrisfund um at einskilja ognir og virksemi, ið er knýtt at Trygdarmiðstøðini í Klaksvík er uttan iva undantikið rættarkravinum uppá innlit eftir innlitislógini § 10 nr. 1 tí at eftir hesi grein fevnir rætturin til skjalainnlit ikki um gerðabøkur hjá landsstýrinum, frásagnir frá fundum millum landsstýrismenn og skjøl, ið verða gjørd av einum myndugleika til nýtslu á sovorðnum fundum.

Formliga mugu vit tí nokta umsóknini um innlit.

Men, vit hava tikið málið upp sum eitt meirinnlitismál, sbr. innlitislógini § 4 stk. 1, og hava í hesum viðfangi sent meirinnlitisspurningin til ummælis hjá Tórbjørn Jacobsen, frv. landsstýrismanni.

Tann 3. oktober 2008 svarar Løgmannskrivstovan Norðlýsinum

Eftir at hava fingið til vega ummæli frá Tórbjørn Jacobsen, frv. landsstýrismanni, og eftir einari samlaðari meting av málinum hevur løgmansskrivstovan avgjørt ikki at geva meirinnlit í upprit til landsstýrisfund um at einskilja ognir og virksemi, ið er knýtt at Trygdarmiðstøðini í Klaksvík.