Starvið
Talan er um eitt avloysarastarv fyri fulltrúa í farloyvi til 31. desember 2014, har uppgávurnar verða serliga í sambandi við fiskiveiðisamráðingar umframt at gera reglur fyri føroysk skip í føroyskum og fremmandum sjógvi og fyri fremmand skip í føroyskum sjógvi. Roknast kann við nakað av fundarvirksemi uttanlands.
Vit bjóða
Vit bjóða eitt starv, har tú fert at arbeiða við fjølbroyttum og fakliga mennandi uppgávum saman við starvsfeløgum, ið hava hollar royndir í ymiskum yrkisgreinum.
Førleikakrøv
Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving í til dømis stjórnmálafrøði, fiskivinnufrøði, løgfrøði ella búskaparfrøði. Vit leggja dent á, at tú hevur hegni at síggja møguleikar í eini samráðingarstøðu. Tú arbeiðir sjálvstøðugt og við nærlagni, dugir at leggja til rættis, samstarvar væl og virkar til lítar í einum umhvørvi, har mál kunnu hava nógvan skund. Tú hevur eisini lætt við at orða teg munnliga og skrivliga á føroyskum og enskum. Royndir á einum ella fleiri av virkisøkjunum eru ein fyrimunur.
Starvstreytir
Starvsstaðurin er Fiskivinnustovan. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar tess, umframt Løgmansskrivstovuna og stjórnarráðini annars. Løn og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Umsóknir
Umsóknir við avritum av prógvum, lívsgongdarlýsing og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til Fiskimálaráðið, Yviri við Strond 15, Postrúm 347, 110 Tórshavn, ella til fisk@fisk.fo, og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 23. juni 2014.
Fyrispurningar um starvið kunnu setast Andrasi Kristiansen, deildarstjóra, á telefon 553241 ella um t-post til andras.kristiansen@fisk.fo.




