Baði landsstýrismaðurin og aðalstjórin í fiskimálaráðnum hava sagt alment at teir bitu ikki merki í boðini frá Vørn um at veiðuloyvi vóru flutt millum línuskip og uppisjóvarskip. Teir hava í hesum sambandi víst á at tað er VØRN sum umsitur flytingar av veiðuloyvum. Men samskiftið, millum Fiskimálaráði, P/F Næraberg, VØRN og grønlendskar myndugleikar, vísir púra greitt at fiskimálaráðið var væl kunnað og vitandi.
Baði landsstýrismaðurin og aðalstjórin í fiskimálaráðnum hava sagt alment at teir bitu ikki merki í boðini frá Vørn um at veiðuloyvi vóru flutt millum línuskip og uppisjóvarskip. Teir hava í hesum sambandi víst á at tað er VØRN sum umsitur flytingar av veiðuloyvum. Men samskiftið, millum Fiskimálaráði, P/F Næraberg, VØRN og grønlendskar myndugleikar, vísir púra greitt at fiskimálaráðið var væl kunnað og vitandi.
Norðlýsið hevur fingið innlit í sera umfatandi samskifti frá Fiskimálaráðnum, í samband við at P/F Næraberg bað um loyvi til Næraberg og Slættaberg at sleppa á royndarveiðu í Grønlandi.
Tann 4. Mai 2016
Sendir advokaturin hjá P/F Nærabergi eina umsókn til Fiskimálaráðið viðvíkjandi royndarveiðu í Grønlendskum sjógvi í 2016.
Tann 10. Mai 2016
Svarar Fiskimálaráðið at ráðið er sinnað at geva loyvi, men treytin fyri at loyvi verður játtað, er, at skipini hava veiðuloyvi.
Tann 14. Juni 2016
Skrivar advokaturin hjá P/F Næraberg um at felagið ætlar at útvega veiðuloyvi frá Helenu og at skipið verður selt til P/F Næraberg, sum framman undan eigur Slættaberg.
Tann 17. Juni 2016
Sendir Fiskimálaráðið svar til P/F Næraberg. Teir vísa til at tað er VØRN sum er málsviðgeri og tekur avgerð viðvíkjandi flyting av veiðuloyvum, og Fiskimálaráði sendir tí avrit av umsóknini til VØRN, samstundis sum ráðið heitir á P/F Næraberg um at venda sær til VØRN.
Tann 29. Juni 2016
Sendir advokaturin hjá P/F Næraberg ymiskar váttanir frá m.a. grønlendsku myndugleikunum til Fiskimálaráðið. Eisini kunnar advokaturin Fiskimálaráðið um at Slættaberg vantandi fær veiðuloyvi í morgin seinrapart.
Tann 30. Juni 2016
Sendir VØRN eina fráboðan til Fiskimálráðið um at VØRN hevur tann 30. Juni flutt veiðiloyvið hjá Helenu á Slættaberg:
….Slættaberg bleiv ræðisavmarkaður í samband við málið um Norðing/Ruth…. Kunnu tit vinarliga kvittð ræðisavmarkingina á Slættaberg.
Tann 30. Juni 2016
Sendir Fiskimálaráðið bræv til Sjóvinnustýrið.
… Skipaskrásetingin verður vinarliga biðin um at strika skrásetingina og at senda Fiskimálaráðnum frumskjalið aftur áteknað…..
Tann 1. Juli 2016
Skrivar Fiskimálráðið bræv til grønlendska fiskimálaráðið, Direktoratet for Fiskeri, Fangst og Landbrug, í Nuuk.
Fiskimálaráðið ger greitt at teir hava givið P/F Nærabergi loyvi at luttaka í fiskiskapinum í Grønlendskum sjógvi, og biða um endaliga váttan frá grønlendska fiskivinnumálaráðnum.
Tann 1. Juli 2016
Sendir Grønlendska Fiskimálráðið, ”Bekræftelse på kommericielt forsøgsfiskeri eftir makrel til M/S Næraberg og M/S Slættaberg í grønlandsk fiskerizone”…..
Tann 1. Juli 2016
Sendir Fiskimálaráðið bræv til advokatin hjá P/F Nærabergi um at váttan er fingin frá grønlendsku myndugleikunum.
…. Sostatt verður givið loyvi til, at M/S Nærgaberg og M/S Slættaberg í 2016 fara til royndarfiskiskap í grønlendskum sjógvi.
Tann 7. Juli 2016
Sendir FAS bræv til Fiskimálráðið
Aftursent strikað: Váttan um ræðisavmarking M/S Slættaberg, dagfest 20.01.2016 til Fiskimálaráðið.
Tann 8. Juli 2016
Sendir Fiskimálráðið ein teldupost til VØRN.
… Ræðisavmarking av m/s Slættaberg er strikað.
Tann 23. November 2016
Sendir advokaturin hjá P/F Nærabergi bræv til Fiskimálaráðið og VØRN:
… Í samband við at Slættaberg fiskaði makrel í Grænlandi… varð Helena seld frá sP/F GPS til P/F Næraberg, veiðuloyvi flutt frá Helenu til Slættaberg…… Nú er ætlanin at bakka aftur, tvs. flyta loyvið frá Slættaberg aftur á Helenu…. Og síðani selja Helenu aftur til sP/F GPS…… tí verður søkt um loyvi til flyting av veiðuloyvum……
Tann 25. November 2016
Váttar Fiskimálaráði at hava móttikið umsóknina og vísir til at tað er Vørn sum er málsviðgeri viðvíkjandi flyting av loyvum….




