Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskimannafelagi undir nýtt tiltak

Føroya Fiskimannafelag

Nú bjóðar Føroya Fiskimannafelag til hugna í Lugarinum

 

Ætlanin er at hava hugna í Lugarinum av og á, har vit bjóða okkara limum, at verða hjartaliga vælkomnir í Lugari á Bryggjubakka, har Føroya Fiskimannafelagið heldur til.

Møguligt verður at seta spurningar til formannin, men annars at sita saman og tosa um mangt og hvat.

Fyrsti hugni í hugni í Lugarinum er nú mikumorgunin  tann, 8. okt. kl 10:00 – 12:00.

Vit bjóða kaffi, rundstykkir og vinarbreyð.

Endamálið við átakinum er, at felagið og limirnir hava eina hugnaliga løtu saman.

Tað er ikki neyugt at boða frá luttøku.