Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Fiskimenn í samstarvi – fingu ein kalva sum vá 206 pund

Oliver Joensen

Sum skrivað um her á síðuni, so var Norðlýsið á kalvaveiðu norðanfyri við Alfred Eliasen og Tórða Andreasen.

Sjálvt um vit drógu fitt av línu og høvdu alt møguligt til agn, so fingu vit ongan tann túrin.

Men, Andras Samson var sunnanfyri tann dagin, eisini við kalvalínu. Ímeðan vit drega, ringir Andras til Alfred og er í sjeynda himli, hann hevur endiliga fingið ein kalva eftir drúgva roynd í summar.

Alfred fortelur so mær og Tórða, at Andras hevur verið umborð hjá Alfredi áðrenn hann fór at seta. Alfred greiddi honum frá, hvar Alfred hevði sett sunnanfyri og fingið kalva. Andras avfotograferaði loggið hjá Alfredi, setti á sama stað, og fekk.

Tveir dagar seinni fara teir báðir, Alfred og Andras suður um at seta, báðir vóru saman í bátinum hjá Alfredi.

Tá eg spurdi Alfred um seinna túrin, segði hann: Eg segði við Andras tá hann hevði verið umborð hjá mær: “Har eigur ein kalvi at vera nú, tú fært heilt sikkurt ein”. Og so var. – Kalvin, sum Andras fekk var reyður undir ravunum. Hetta bar boð um, at kalvin nústani var komin inn, tí roknaði eg við, at góðir møguleikar vóru fyri einum afturat og so var. Hendan túrin vit báðir fóru suður um, fingu vit so hendan stóra kalvan, 206 pund vigaði hann og sum sæst á myndini, so er eisini hann reyður undir ravunum.