Tað hevur bragda betur hjá snellubátunum á Norðhavinum í ár enn fleiri tey seinastu árini. Men ídag var fiskiskapurin lakari.
Í hvussu so er hjá teimum, sum løgdu fiskin upp hjá NFCS í kvøld. Kanska vóru ikki allir komnir fyri løtu síðani tá vit vóru har úti, men tann sum hevði fingið mest, metti seg til útivið 1500 pund, annars lógu fleiri niðanfyri 1000 pund og nakrir høvdu 3-500 pund.
Tað rekur hart nú, so møguliga er tað ein orsøk til lakara fiskiskapin.




