Jákup B landar í morgun 50.000 pund til Landingarmiðstøðina og samanumtikið hevur vánaligt veður merkt fiskiskapin
Jákup B landar í morgun 50.000 pund til Landingarmiðstøðina og samanumtikið hevur vánaligt veður merkt fiskiskapin.
Jákup B landar í morgun 50.000 pund, helvtin toskur ein triðingur hýsa. Teir vóru á rygginum í tveir dagar har teir fingu uppí 80 kassar, síðani royndu teir norðanfyri og vóru tilsamans níggju dagar til fiskiskap, harav lógu teir bakk í tveir dagar vegna veður.
Aargarður avreiddi 2000 pund av toski sum var fiskaður norðanfyri.
Líðhamar avreiddi 6.200 pund, 3000 pund toskur og 2800 pund hýsa.
Reynsmúli 4.400 pund
Bragd 3.800 pund
Brandur 5.500 pund
Havast skal í huga at flestu bátarnir seta meira enn 50 stampar.
Klakkur, Smaragd og Safir koma mánadagin.




