Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskiskapurin vánaligur hjá línubátunum

John William Joensen

Teir stóru línubátarnir royna víða um, men eftir tí sum skilst, so hevur fiskiskapurin verið vánaligur seinastu tíðina.

Vit fingu samband við Klakk mikudagin, teir søgdu at teir vóru norðanfyri, men at fiskiskapurin var vánaligur, bátarnir eru norðanfyri vestanfyri og aðrastaðni, men allastaðni frætta vit frá tí sama.
Meginparturin av tí teir fáa er hýsa og so gott sum ongin toskur.
Hjá smáu útróðrarbátunum hevur verið frægari seinastu dagarnar. Teir eru komnir upp í 7000 pund og hjá onkrum hevur býtið verið 4000 pund av hýsu og 3000 pund av toski.
Av fiskamarknaðinum frætta vit at fiskaprísirnir hava verið góðir í seinastuni. Hýsuprísurin hevur verið um 14,50 kr. í meðal, ímeðan toskaprísurin hevur verið úr 27 kr. og niður í 12 kr. fyri kg.
Sagt verður av fiskamarknaðinum at hýsan hevur verið smáttfallandi.