Fiskivarði, fyrrv. Norðleivur, ið er umbygdur frá troli til línu, avreiðir í løtuni 21.000 pund av longu og svartkalva og brosmu á Klaksvík.
Skipari og ein av eigarunum er Fróði L. Ejdesgaard. Hann sigur, at lítið og onki hevur verið at fingið av fiski inni á grunninum í summar, tí hava teir síðani teir byrjaðu fyrst í juli mánað, roynt á djúpum vatni.
Fiskiskapurin hevur verið hampuligur sigur Fróði L. Ejdesgaard skipari, sum fiskiskapurin plagar at vera hesa tíðina á árinum.




