– setanarrøða á Føroya Sjómannadegi, hjá landsstyrismanninum í Fiskivinnumálum, Tórbjørn Jacobsen
tórbjørn jacobsen
Lagnufelagsskapurin við havið er endaleysur. Okkara byrjan var havið. Infrastrukturur og matkovi. Síðani lívsgrundarlagið og treytin fyri einum alsamt hækkandi materiellum lívsvirði í oyggjunum. Yvir tíð fylgjast eksportur og importur, skulu helst gera tað, annars verður trot, og táið at kalla allur útflutningurin í landinum er virðisøking úr havsins tilfeingi, er tað barnalærdómur, at tit sum standa við rulluna, snelluna, í egningarskúrum, á troldekkum, við reinskeringarborðini og á stjórnarskrivstovum eru varpið, sum heldur tjóðini á materiellu knattstøðuni.
Klaksvík, ja, tað finst ongin bygd ella býur í Føroyum, har fólkið hevur havt ein so einastandandi møguleika fyri at fylgja søguligu gongdini í føroyskari fiskivinnu. Frá frælsu høvunum til avmarkingarnar innanvert egið fiskimark. Frá trolveiðu í Barentshavinum, undir Íslandi, Grønlandi og við Ný Funnaland og húkaveiðu um øll norðurhøv frá Novoja Semlja vestur ímóti Nova Scotia og uppisjóvarvinna frá Jan Mayen heilt suður um afrikanska meginlandið. Vágin liggur sum ein pottur ímillum tykkum, og skip og bátar fóru og komu úr ymsum heraðshornum, og lívið frá bolverkunum og niðaneftir ávirkaði gerandisdagin hjá fólkinum í allar mátar. Mentanarliga, sosialt og helst eisini í andaligum spurningum. Alt tað fjara var so nær, úr køksgluggunum kundu stákandi møður síggja hvønn landaðan stert, sum í alt størri mun legði klípir undir vælferðarsamfelagið Føroyar.
So smátt broyttist alt. Á havrættarráðstevnum fóru menn undir at stika høvini av. Nationalu spísikømrini skuldu tryggjast, framtíðartryggjast. Globetrottarnir, ið onkra lagaligu løtuna tóku sær av løttum á Pike í Harbour Grace, á Kristinumut í Nuuk og á onkrari ølstovu í Honningsvåg er eitt farið ættarlið. Øll føroysk fiskiveiði stendur og fellur nú at kalla við ríkidøminum á egnum havleiðum. Partvíst skipað í veiðibýti við onnur lond. Hetta ríkidømið er lógarfest sum ogn Føroya fólks. Vit og bara vit hava ábyrgdina av at røkja hetta avmarkaða tilfeingi og bara vit hava rættin at taka burturúr og at áseta resourcurentuna úr ymsu stovnunum.
Mannasøgan er søgan um rættindi, ognir og vald. Táið girðingar seta avmarkingar koma tvístøður og stríð. Tilfeingi og veiðihugur eru á kollisónskós, eiga at vera tað, tí hava vit latið politisku skipanini ábyrgdina av at luta brúksrættin til tilfeingið út á hvørjum ári.
Táið nógv áhugamál renna saman, sum í málinum um ásetingina av fiskidøgum, sigur tað seg sjálvt, at neistarnir fúka um hornini. Fiskifrøðingarnir gerast eksponentar fyri avmarkingarnar, húka- og trolmenn ynskja sjálvandi so frælsar ræsur sum gjørligt, fiskakeyparar, framleiðarar og seljarar standa miðskeiðis ímillum ein alt kræsnari keyparaskara og tilvitaðar gómar, og veiðiliðið, og teir fólkavaldu eru sum lús millum mangar naglar. Frøðingarnar, fiskimenninar og mest av øllum veljararnar. Men sum maðurin segði, fólkaræði er hóast alt tað frægasta av øllum møguligum og vánaligum stjórnarskipanum.
Seinastu dagarnir hava prógvað, at Føroyar framvegis eru eitt livandi og lívsseigt samfelag. Tað man vera langt síðani, at so mikið er kjakað um høvuðsvinnuna í landinum, og um hvussu hon skal skipast. Tað plagdu at sita tveir ella tríggir vinnunevndarlimir í tingsalinum, táið hetta mikla mál var til viðgerðar, næstan líka trivielt sum at síggja nítiára føðingardagin endurspældan ár undan ári. Dastið av tingfólkinum var atkvøðuneyt. Nú tosar hvør fólkaskúlagenta um føroyska fiskivinnu og tingmenn úr alskyns observansum ditta sær upp í orðadráttin og á lektarunum sita hesir vindbardu og harðlógvaðu fiskimenninir, ið tykjast eitt sindur malplaseraðir í metropolinum, umsitingarbýnum, har vaksnir menn nú eru gerandisklæddir í slipsi, longum velafrakkum og nýbustaðum lakkskóm. Hugurin stendur til miðini á føroyskum havleiðum.
Áhugamálini skulu og mega vera ymisk hjá objektivu vísindini, dynamiska og frælsisviljaða fiskimanninum og so politikaranum, sum samsvarandi lóg fólksins skal stika havmiðini av, fremja avmarkingarnar, og rætturin hjá øllum aktørum í høpinum at leggja síni sjónarmið fram skal vera ósvitaligur. Bara soleiðis fáa vit frægasta úrslitið. Okkurt bendir tó á, at mongu partarnir sum varða av høvuðsvinnuni, áttu at sett seg niður undir minni spentum viðurskiftum og greina viðurskiftini út í æsir. Fyri at leggja kósina eftir tí málinum, sum hóast alt átti at verið felags. Nettupp, hvussu vit áhaldandi fáa sum mest burturúr tilfeinginum ár undan ári. Til manningar, reiðarar og samfelag. Hetta er materielli kjarnin undir vælferðarsamfelagnum, serliga tí hava vit skyldu til, hóast ymsu sjónarmiðini, at seta okkum saman í royndini at finna frægastu leiðina burturúr tí, sum líkist alt ov nógv eini naggatódn, har tosað verður í eystur og vestur og framvið hvør øðrum. Málið er alt ov týdningarmikið til at enda í eini bráðpannu av rakstrarrópum frá øllum síðum.
Nú veit ongin, hvør verður fiskimálaráðharri í morgin, men tað tykist sum grundarlag og jørðildi nú eru fyri at gera eina veruliga eftirmeting av kørmunum kring føroyska fiskiveiði. Hugskotið kom undan kavi í orðadráttinum á tingi hesar dagarnar, og skilagott hevði verið at latið fakkunnleikan úr vísund og vinnu gjørt greiði á sínum sjónarmiðum á eini ráðstevnu t.d. her norðuri í Klaksvík undir politiskari observatión – eygleiðing. Síðani kundi úrslitið verið grundarlag undir einum aðalorðaskifti á Føroya Løgtingi, sum ivaleyst hevði lagt seg í eina aðra legu, táið valdspolitikkurin og eitt avgerðar- og evstamark ikki hingu omanfyri høvdið á tingfólki sum eitt Damokles svørð.
Fari til endans at takka fyri, at eg var boðin norður higar at seta sjómannadagin. Hetta átakið er eitt veruligt bragd. Úrslitið av góðum hugskotum, filantropii og idealismu, kókað uppúr magnfulla sjómanna-umhvørvinum í Klaksvík.
Stríðið um fiskidagarnar er av á hesum sinni. Líkamikið hvørja hugsan vit høvdu frammanundan og undir orðadráttinum, so er avgerðin tikin, og lívið er nú einaferð so vælsignað innrættað, at vit eiga og mega til eina og hvørja tíð liva við tí tilstandinum, sum er ein fólkaræðisligur veruleiki. Tað nyttar onki at vera ímintur og fornermaður, hóast hart stríð millum barrikadurnar og útinnandi valdið. Fyrigeving er eitt av lyklaorðunum í heilagu skriftunum. Megna vit ikki at fylgja hesi kreddu verður ikki livandi í sátt og semju hjá sløkum hálvthundrað túsund fólkum á einum so avmarkaðum øki í Norðurhøvum. Men havið er stórt, 275.000 ferkilometrar. Tykkara og okkara lagnufelagsskapur heldur fram. Tað ræður um at fáa sum frægast og mest burturúr. Mátti komandi árið vignast hjá føroyskum fiski- og sjómonnum. Heldur ikki ein kontroversiellur fiskimálaráðharri hevur annað og størri ynski enn tað.
Hervið er sjómannadagurin settur.




