Magni Laksafoss, búskaparfrøðingur, hevur gjørt eina lýsing av týdninginum sum fiskivinnan hevur fyri Føroyar og fyri føroyska búskapin.
Magni Laksafoss, búskaparfrøðingur, hevur gjørt eina lýsing av týdninginum sum fiskivinnan hevur fyri Føroyar og fyri føroyska búskapin.
Í stuttum vísir kanningin, at søguliga hevur týdningurin av fiskivinnuni sveiggjað millum 40 og 60 prosent í tíðarskeiðinum frá 1999 til 2013. Hetta merkir, at umleið helmingurin av øllum búskaparliga virkseminum í Føroyum, beinleiðis ella óbeinleiðis, stavaði frá fiskivinnuni í hesum tíðarskeiðinum.
Umframt omanfyri nevnda týdning av fiskivinnuni á uml. 40-60 prosent av búskapinum, má eisini takast við í myndina, at stórur partur av virkseminum hjá føroysku arbeiðsmegini i útlondum eru eitt slag av fylgiídnaði til fiskivinnuna, við tað at størsti parturin av føroysku arbeiðsmegini uttanlands eru sjófólk, ið hava fingið sína útbúgving og lærdóm úr føroysku fiskivinnuni.
Harumframt hevur fiskivinnan, gjøgnum sín eftirspurning, verið við til at lagt lunnar undir hjávinnur, ið framleiða trol, trollemmar, og aðra útgerð til fiskivinnuna. Hetta eru í dag vorið til vinnur, ið útflyta stóran part av framleiðsluni – hetta er stórur partur av inntøkuni frá ‘Veitingar til útlandið’.
Týdningurin av fiskivinnuni er sostatt munandi størri enn tey her roknaðu 40-60 prosentini av
búskapinum.




