Undir hesum heitinum verður fiskivinnu toppfundur á Torradøgunum í Klaksvík, mikukvøldið 18. februar – Kl. 19.30 í Skúlanum við Ósánna
Undir hesum heitinum verður fiskivinnu toppfundur á Torradøgunum í Klaksvík, mikukvøldið 18. februar – Kl. 19.30 í Skúlanum við Ósánna
Í panelið eru Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður; Jacob Vestergaard, landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum; Aksel V. Johannesen, formaður fyri Javnarflokkinum; Kári P. Højgaard, formaður fyri Sjálvstýrisflokkinnum; Høgni Hoydal, formaður fyri Tjóveldi; Jenis av Rana, formaður fyri Miðflokkin og
Poul Michelsen, formaður fyri Framsókn, eru boðnir at sita í panelinum.
Kringvarpið sendir fundin beinleiðis í útvarpinum og verða tað Óluva Zachariasen og Jón Brian Hvidtfeldt, sum eru orðstýrarar hetta kvøldið. Tú sleppur eisini at siga tína meining ella koma við viðmerkingum og fyrispurningum.
Arbeitt verður eisini við at stroyma frá fundinum!
Hvussu verður gildistíðin á fiskiloyvum?
Verður talan um ognarrætt ella brúksrætt til fiskiríkidømið?
Verður brúksskylda løgd á loyvini?
Skulu vit halda fast um fiskidagar ella fara aftur til kvotuskipan?
Hvat verður av tilfeingisgjaldinum ella kann ein uppboðssøla koma upp á tal?
Hvør verður útlendski leikluturin í vinnuni?
Hetta eru bara nakrir av ivaspurningunum, sum settir verða, nú vit nærkast 1. januar 2018, tá ið øll fiskiloyvini eftir ætlan fara úr gildi – ella gera tey nú tað?
Á almenna fundinum í okkara fiskivinnuhøvuðsstaði fara allir politisku flokkarnir at kjakast um hesar spurningar. Dýpið verður loddað fyri at finna útav, hvar flokkarnir nú standa í telvingini um fráboðaðu nýskipanina av fiskivinnuni, sum ætlan er at finna semju um í februar, sambært løgmanni.
Kjakfundurin er opin og almennur, og tí verður eisini høvi hjá fundarfólkinum at seta sínar spurningar.
Orðstýrarar vera Óluva Zachariasen og Jón Brian Hvidtfeldt.
Vælkomin á fiskivinnupolitiskan toppfund á Torradøgunum í okkara fiskivinnuhøvuðsstaði Klaksvík. Fundurin verður í Skúlanum við Ósánna mikukvøldið 18. februar klokkan 19.30.
Annars verður meir at frætta um torraskránna seinni – Tit, ið ynskja at vera við á skránni, eru vælkomin at boða frá á dw@klaksvik.fo




