Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Fiskivinnunýskipanin hevur avleiðingar fyri flotan

Anfinn Olsen

Stórt alment kjak hevur tikið seg upp, eftir at JFK valdi at selja trolaran Sjúrðarberg av landinum. Hetta orsakað av versnandi veiðimøguleikum sum fylgja av nýggju lógini um fyrisiting av sjófeingi. Landsins leiðsla vil ikki kennast við, at sølan av skipinum er ein beinleiðis avleiðing av tí nýggju lógini, sum varð samtykt í fjør.

Víst verður millum annað á, at verandi aktørar keyptu næstan alt í Barentshavinum, tá uppboðssøla varð hildin herfyri. Til hetta er at siga, at meginparturin av hesum rættindum bert er galdandi fyri eitt ár, og tí er óvissan um hesi rættindi sera stór. Torført er at hava skip liggjandi at dúva uppá óvissar kvotur.

Týdningarmikið er eisini at vísa á, at tað eru tey síðstu tonsini, sum skapa veruligt lønsemi í virkseminum. Tey fyrstu tonsini av kvotuni fara til tær føstu útreiðslurnar at reka skip. Tá nú tann síðsti parturin av kvotuni er vorðin ógvuliga kostnaðarmikil at keypa, versnar lønsemi munandi meira enn bara tann lutfalsligi parturin av kvotuni, sum skipini missa við nýskipanini.

Landsstýrismaðurin kann til eina og hvørja tíð taka 8,5% av kvotuni og luta hana út sum menningarkvotu til ymsar partar av landinum. Hetta er eisini ein stór óvissa, tí reiðaríini vita ikki, hvussu landsstýrismaðurin ætlar at handfara hesa heimild í lógini. Hetta skapar eina stóra óvissu um tey rættindi, sum tey fáu skipini í Barentshavinum byggja sína tilveru á.

Áður høvdu verksmiðjutrolararnir í Barentshavinum eisini onnur rættindi aðrastaðni. Til dømis hava verksmiðjuskipini fiska bæði tosk á Flemish Cap og kongafisk í Irmingerhavinum. Hesi rættindi komu væl við, tá ið kvotan í Barentshavinum hevur verið lág.

Hesi rættindi eru ikki atkomilig hjá hesum trolarum longur orsakað av broyttum býti millum bólkarnar á Flemish Cap og orsakað av søguliga lágum kvotum í Irmingerhavinum. Tí er tað misvísandi at siga, at kvotan í Barentshavinum áður hevur verið lægri, og at skipini kunnu klára seg við tí sama nú. Tá vóru eisini aðrir møguleikar at troyta.

Sjálvandi hevur fiskivinnunýskipanin avleiðingar fyri verandi aktørar, sum tillaga sítt virksemi eftir nýggjum fortreytum. Nýskipanin ger, at verandi aktørar mugu meta um sítt virksemið av nýggjum og at gera neyðugar tillagingar so hvørt.

Neyðugt er, at partarnir kunnu tosa, ella alment viðgerða,  hesi viðurskifti  uttan at skuldseta hvønn annan fyri at siga ósatt og leggja hvørjum øðrum orð og meiningar í munnin, sum ikki hava verið søgd.

Anfinn Olsen