icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskivinnunýskipanin verður ein stór rokning til Klaksvíkar kommunu

Herfrí Sørensen

Í Klaksvíkar kommunu hevur tað alt at siga, at okkara fiskivinnufyritøkur sleppa at halda fram at gera íløgur og skapa arbeiðspláss og útflutningsvirðir til land og fólk, og tí mótmæli eg sum býráðslimur harðliga, at landsstýrið ætlar at áleggja fiskivinnuni tilfeingisgjald, sum fer at kosta vinnuni í Klaksvík og Norðoyggjum 100-150 mió. kr. í mistum avlopi, íløgum og arbeiðsplássum.

Sum býráðslimur í Klaksvíkar kommunu, her okkara sterka fiskivinna ger íløgur og skapir arbeiðspláss, stúri eg fyri, hvør avleiðingin verður fyri Klaksvíkar kommunu og Norðoyggjar av fiskivinnunýskipanini.

Fiskivinnan er bæði eitt landsmál og eitt kommunumál, tí Klaksvíkar kommuna hevur gjøgnum árini gjørt íløgur fyri fleiri hundrað mió. kr. í at skapar karmar fyri okkara høvuðsvinnu.

Sum fólkavaldir býráðslimir eru vit vald at umboða og verja Klaksvíkar kommunu, og tí er tað, sum landsstýrið nú ætlar at seta í verk ímóti okkara fiskivinnu, ógvuliga viðkomandi fyri starv okkara. Í minsta lagi hava vit skyldu at ávara og mótmæla.

Vit hoyra dagliga í almenna kjakinum og tíðindaflutninginum, at fiskivinnunýskipanin verður umrødd, men enn havi eg so at siga einki hoyrt um, hvørjar tær geografisku, regionalu, kommunalu avleiðingarnar verða av einari uppboðssølu av arbeiðsplássum og serliga av einari kapitaldrening av vinnuøkjunum kring landið, har okkara kommuna fer at verða rakt kanska harðast av øllum.

Tað er umráðandi, at vit í Klaksvíka kommunu, sum í stóran mun byggja á vinnuligt virksemi, gera vart við, at henda ætlaða kollvelting av høvuðsvinnuni verður ein stór rokning til Klaksvíkar kommunu.

Enn kenna vit ikki tey neyvu tølini, men út frá tí, sum higartil er komið fram, er tað ikki heilt av leið at vænta, at samlaða tilfeingisgjaldið verður umleið 400 mió. kr., og tá kann roknast við, at fiskivinnan her í økinum fer at bera 100-150 mió. kr. av hesum.

Í dag eigur fiskivinnan síni fiskirættindi, men verður henda almenna uppboðssølan veruleiki, fer tað at taka nógvan kapital úr vinnuni og í landskassan. Hesar hundraðtals mió. kr. fara fyri tað mesta at kosta útjaðaranum og geva høvuðsstaðnum, sum frammanundan er um at bresta av almennum forbrúki.

Sum fólkavaldur politikari í Klaksvíkar kommunu vil eg arbeiða hart ímóti hesum ætlanum hjá landsstýrinum, tí tær eru ein hóttan ímóti okkara lokalsamfelag og eisini ímóti útflutningsskapandi vinnuni, sum alt okkara land livir av.

Herfrí Sørensen

Býráðslimur fyri Fólkaflokkin