Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskivinnunýskipanin verður stóra evnið í valstríðnum

Norðlýsið

Skulu vit meta útfrá, hvat flokkarnir í formansumfarinum í gjár søgdu seg raðfesta komandi valskeiðið, so verður fiskivinnan tað stóra málið í valstríðnum.

Formansumfarið í gjár byrjaði við, at flokkarnir fingu ein minutt til at siga, hvørji mál høvdu størsta týdningin fyri teir komandi valskeiðið. Fiskivinnunýskipan nevndu fimm av teimum sjey flokkunum. Loysing/samband nevndu fýra, meðan búskaparpolitikkur, pensjónsnýskipan og skattapolitikkur blein nevnt av trimum flokkum.

Niðanfyri kunnu tey yvirskipaðu málini, sum flokkarnir raðfesta, síggjast. Okkurt sum teir nevndu hevur nærum somu merking.

Framsókn:

Tey trý frælsini(Tað persónliga, vinnuliga og tjóðskaparliga(Samband/loysing))

Fiskivinnunýskipan

Stjórnararbeiði

Uttanríkispolitikk

Búskaparpolitikkur

Pensjónsnýskipan

Skattapolitikkur

Útveitingar av tí almenna

Sambandsflokkurin:

Ríkisfelagsskapurin (Samband/loysing)

Búskaparpolitikkur

Fiskivinnunýskipan

Pensjónsnýskipan

Komandi fíggjarlóg

Tjóðveldi:

Sjálvbjargni og frælsi (Samband/loysing)

Vinnupolitikkur

Fiskivinnunýskipan

Útbúgving og gransking

Rættvísi og rættartrygd

Tjóðskaparmál

Fólkaatkvøðu um føroyska grundlóg

Nýtt sjálvstýri

Heilsuverkið

Útbúgving

Pensjónsnýskipan

Fiskivinnunýskipan

Vælferðarpolitikkur

Fólkaflokkurin

Frælsar Føroyar (Samband/loysing)

Frælsi hjá tí einstaka

Búskaparpolitikkur

Høgravendur politikkur

Landskassa skuld

Skattapolitikkur

Vælferðarpolitikkur

Javnaðarflokkurin

Fiskivinnunýskipan

Skattapolitikkur

Miðflokkurin

Kristna grundarstøðið

At fáa føroyingar uttanlands heim aftur

At fáa 50.000 íbúgvar

Hesi økir blivu oftast nevnd:

Fiskivinnunýskipan: 5

Samband/Loysing: 4

Pensjónsnýskipan: 3

Búskaparpolitikkur: 3

Skattapolitikkur: 3