Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskivinnupolitisk telving í tólvta tíma

Tíðindaskriv

Verður tað egg ella ungi? Nógv umtalaða fiskivinnunýskipanin verður viðgjørd í Miðhøllini á Skúlatrøð í kvøld klokkan 19. Allir floksformenninir luttaka.

Verður tað egg ella ungi? Nógv umtalaða fiskivinnunýskipanin verður viðgjørd í Miðhøllini á Skúlatrøð í kvøld klokkan 19. Allir floksformenninir luttaka.

Tíðin er farin at renna undan, áðrenn øll fiskiloyvi fara úr gildi á nýggjárinum. Politisku samráðingarnar um eina fiskivinnunýskipan skulu tí standa sína endaligu roynd. Torradagarnir bjóða øllum floksformonnum til kjak, har greiða fæst á mununum millum flokkarnar og útlitunum fyri breiðu semjuni

Afturvendandi, politiski toppfundurin á Torradøgunum er meira aktuellur enn nakrantíð, nú allir sjey floksformenn, landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum íroknað, hittast til kjak um nýskipanina av føroysku fiskivinnuni. Høgni Hoydal hevur síðani í fjørheyst staðið á odda fyri politiskum samráðingum við allar flokkar um fiskivinnunýskipanina. Landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at hann leggur uppskot um eina fiskivinnunýskipan fyri løgtingið í vár, men hann roynir tó framvegis eftir breiðu semjuni við andstøðuflokkarnar.

Grundarlagið undir samráðingunum er álitið ”Ein nýggj og varandi fiskivinnunýskipan fyri Føroyar”, sum fiskivinnunýskipanarbólkurin við Johnny í Grótinum á odda lat landsstýrismanninum 3. oktober í fjør. Nýskipanarnevndin fekk eina bundna, politiska uppgávu: finn eina skipan, sum er ein marknaðargrundað útluting av rættindum. Tað bleiv til tvey útgreinað uppskot um uppboðssølu. Útlutingin er framvegis stóri knúturin í politisku telvingini móti breiðu semjuni.

Men nýskipanarnevndin hevur eisini ein røð av øðrum tilmælum til politikararnar at taka støðu til. Eitt nú metir nevndin tað hava týdning, at føroyski búskapurin ikki er ov bundin at einstøkum fyritøkum, og tí mælir nevndin til bæði at seta í verk avmarkingar í mun til samlaðu kvoturnar í fiskivinnuni og í mun til kvoturnar í ávísum fiskiskapi. Eisini mælir nevndin til, at feløg við útlendingum í eigaraskaranum fáa eina skiftistíð upp á trý ár at gera seg leys av útlendingum – tað veri seg við at keypa partin hjá útlendingum, finna nýggjar íleggjarar ella at laga virksemið til broyttu treytirnar. Og somuleiðis skjýtur nevndin upp at hava tríggjar skipabólkar innan botnfisk – línuskip, trolarar og útróðrarbátar. Allar hesar og aðrar spurningar skal politiska skipanin taka endaliga støðu til í eini nýskipan av føroysku fiskivinnuni.

Fiskivinnupolitiski toppfundurin á Torradøgunum verður í Miðhøllini á Skúlatrøð, í kvøld klokkan 19. Á fundinum, sum verður sendur beinleiðis bæði í útvarpi og sjónvarpi, verður eisini høvi hjá áhoyrarunum at seta floksformonnunum spurningar. Orðstýrarar vera Óluva Zachariasen og Jón Brian Hvidtfeldt.