Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskivinnuskipan sum gagnar vinnu og fólki

Norðlýsið

Ráðgevingarparturin hjá NUMO hevur kannað roknskapartilfar um skip í Føroyum og Íslandi, og hvørjar hugsanir eru frammi um, hvussu karmarnir fyri fiskivinnu kunnu verða lagdir tilrættis.

Ráðgevingarparturin hjá NUMO hevur kannað roknskapartilfar um skip í Føroyum og Íslandi, og hvørjar hugsanir eru frammi um, hvussu karmarnir fyri fiskivinnu kunnu verða lagdir tilrættis.

Grundað m.a. á hetta og búskpararligar royndir generelt, eru vit komin til, at ein fiskivinnuskipan, sum víst á niðanfyri, kundi verið til gagns fyri vinnuna og samfelagið sum heild – ein háttur at maksimera samfelagskøkuna.

Fiskivinnan og virking av fiski er okkara høvuðsvinna, og so at siga einasti vøruútflutningur okkara er fiskur og fiskavørur. Harumframt eru týðandi vinnur sum veita vørur og tænastur til fiskivinnuna, umframt at verandi vinnugransking í stóran mun fer fram innan hetta øki.

Generelt er týðandi, at tað eru góðir og stabilir karmar fyri vinnuligum virksemi, men eru karmarnir innan ávísar partar av flotanum trongir, ringir og óstabilir, og vinnan er í stóran mun undirløgd politiska detailstýring.

Skulu vit koma eitt týðandi fet fram á vinnuliga og skapa samfelagnum størri inntøkur má formulerast ein fiskivinnupolitikkur og gerast skipanir á økinum, ið kann fáast breið undirtøka fyri, og sum gevur vinnuni umrøddu góðu og stabilu karmarnar.

Hetta eigur at fremjast í samstarvi millum tað almenna og vinnuna, eins og varð gjørt fyri alivinnuna á sinni.

Visjón

Visjónin fyri føroysku fiskivinnuna er, at hon er búskaparliga, umhvørvisliga og lívfrøðiliga burðardygg og skapar mest møguliga virðisøking og menning í Føroyum.

Grundarlag fyri

fiskivinnupolitikkinum

Hesar grundleggjandi meginreglur eiga at galda fyri føroyska fiskivinnupolitikkin:

· Stabilitetur

· Sterkur brúksrættur

· Mest møgulig virðis

øking og menning í

Føroyum

· Stovnsrøkt

· Umhvørvisatlit

Málsetningur

Málið er at gera lógar- og regluverkið sum heild og eftirlitsskipanirnar í tráð við visjónina fyri føroysku fiskivinnuna og soleiðis, at arbeiðsmegi og kapitalur flytur yvir í mest produktivu og virðisskapandi partarnar av føroysku fiskivinnuni.

Kvotur

Avmarkingarnar fyri veiðu verða grundaðar á kvotur saman við hóskandi tekniskum reguleringum so sum stongdar leiðir og krøv til fiskireiðskap v.m.

Ávísar leiðir kunnu verða reserveraðar fyri ávísum reiðskapi fyri at kunna fiska ávís fiskasløg.

Kvotur skulu verða frítt umsetiligar. Tað verður upp til vinnuna at tilpassa seg og leggja síni viðurskiftir tilrættis sjálv, soleiðis at sleppast kann undan politiskari detailstýring við brúksskyldu, tekniskum forðingum við skipastøddum, forboð fyri framleiðslu umborð v.m.

Kvotur verða veittar sum prosentpartur av samlaðari kvotu fyri ávísa fiskaslagið. Samlað kvota verður ásett fyri hvørt ár ísenn.

Sterkur brúksrættur skal vera knýttur at kvotum, tí tað hevur hevur við sær specialisering og konsolidering.

Ein fiskidaga- ella kvotubanki uttan avmarkingar viðvíkjandi útlendskum eigaraskapi egnar seg ikki til slíka optimering, tí virksemið og virðisøkingin vil verða flutt til útlandið og drena vinnuna fyri kapital. Slík skipan vil niðurlaga føroyska fiskivinnu.

Fyri at elva til, at mest møguligur vinningur og menning er í Føroyum, skulu feløg, sum hava fiskirættindi um hendur, vera á føroyskum hondum.

Reglur skulu gerast um, at eingin má hava um hendur meira enn ein ávísan part av samlaðu kvotunum fyri tey mest týðandi fiskasløgini.

Eitt opið føroyskt hav

Fiskiár eru ójøvn á ymsum leiðum, og “góðar fiskitíðir” fella ymist á ymsum leiðum. Tí skulu skipabólkar ikki byrgjast inni til bert at kunna fiska á ávísum leiðum, tvørturímóti skal tað vera møguleiki fyri hjá skipunum at útvega sær veiðimøguleikar alla staðir, har føroyskir myndugleikar hava ræði á fiskirættindum – eitt opið føroyskt hav.

Tá tað kemur soleiðis fyri, at ríkiligt er av einum ella fleiri fiskasløgum, eigur at verða borið so í bandi, at skipabólkar, sum av eini ella aðrari orsøk, bert hava rættindi, har lítið og onki er til av fiski, fáa møguleikar at koma upp í part har.

Tilvirking

Ongar avmarkingar skulu vera um virking umborð ella á landi. Generelt eiga vit at gera okkum ætlanir fyri, hvussu vit menna framleiðsluvinnuna í Føroyum og herundir matvøruframleiðslu, har fiskavøruframleiðsla er nógv tann mest týðandi parturin.

Vit liva ikki bert av at klippa hvørjum øðrum. Hava vit ikki eina týðandi framleiðsluvinnu, fara vit ikki í longdini at hava týðandi tænastuvinnur ella gransking innan økir, sum geva avkast til samfelagið.

Landing

Í útgangsstøði verður allur fiskur veiddur úr føroyskum kvotum og fiskidøgum landaður í Føroyum, og skal hetta fevna um alla veiðuna – hjáveiðu so væl sum innvølir, høvd og avskurð.

Landsstýrismaðurin kann verða heimilaður at veita undantak frá hesu reglu, um hetta eyðsæð fær óhepnar avleiðingar.

Gransking og

førleikamenning

Gransking og førleikamenning eru avgerandi, tá ið góðska og kappingarføri í fiskivinnuni skulu mennast. Umframt ta menning, sum einstaka fyritøkan stendur fyri, er umráðandi at eisini landið nýtir neyðugu orkuna til gransking og menning innan fiskivinnu. Fyri at tryggja, at granskingin hevur við sær ætlaða úrslitið, er umráðandi, at fiskivinnan og tað almenna í felag leggja granskingina til rættis, eins og hesi í felag eiga at gera av, hvørji átøksøkini eru.

Gjald/ressourcerenta

Í sambandi við at áleggja gjøld eigur at verða mett um, hvussu avgjald á veiðuna kann fremja effektivitet, virðisøking og optimalt samfelagsligt avkast av fiskivinnuni.

Í sambandi við ásetan av gjøldum skal takast atlit til, at tað í fiskivinnuni eru stór sveiggj bæði í veiði og prísum, og at vinnan ikki verður drenað fyri kapital, men at tað tvørtur ímóti verður møguligt at uppbyggja kapital í vinnuni.