Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskivinnuskúlin í Vestmanna skiftir navn

Helgi Abrahamsen

Fiskivinnuskúlin í Vestmanna fer nú at eita “Miðnám í Vestmanna”.

Fiskivinnuskúlin í Vestmanna fer nú at eita “Miðnám í Vestmanna”. Skúlin hevur síðan 2013 verið partur av gymnasialu miðnámsútbúgvingunum, men hevur tó havt eina serliga breyt, kallað tilfeingisbreytin.

Hóast skúlin framvegis hevur nakað við fiskivinnuna at gera, so er nú talan um náttúrutilfeingi í breiðari merking, og tískil er ikki longur samsvar millum gamla navnið og innihaldið í útbúgvingini hjá næmingunum.

”Navnið ”Miðnám í Vestmanna” skal eisini geva næmingum og foreldrum eina greiða ábending um staðseting, og at talan er um ein skúla javnbjóðis aðrar miðnámsskúlar í landinum,” sigur skúlin í tíðindaskrivi í morgun.

Fiskivinnuskúlin í Vestmanna byrjaði virksemi sítt í 1989.