Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskivinnutingið í Ósáskúlanum mikukvøldið kl. 17.00

Føroya Sjómannadagur

Undan Fiskivinnutinginum hevur Havstovan kl. 17.00 nakrar framløgur. Kl. 18.15 er steðgur við fiskasúpan og samveru.

Sjómannadagurin hevði langt áðrenn Magni Laksafoss, búskaparfrøðingur, var biðin um at stilla upp til løgtingsvalið, heitt á Magna um at hava eina framløgu og at svara búskaparligum spurningum undir orðaskiftinum. Tí hava fyrireikararnir hildið fast við, at Magni Laksafoss hevur framløguna, og at hann eisini kann svara spurningum, sum stinga seg upp.

Fyrireikararnir hava fingið játtandi svar frá øllum formonnunum at vera við í orðaskiftinum uttan hjá Miðflokkinum, har Karsten Hansen verður ístaðin fyri Jenis av Rana. Teir sum vera í fiskivinnutinginum vera sostatt: Jørgen Niclasen, Kaj Leo Holm Jóhannesen, Aksel V. Jóhannesen, Jógvan Skorheim, Høgni Hoydal, Karsten Hansen og Poul Michelsen.

Ætlanin er umrøða allar teir týðandi tættirnar í fiskivinnupolitikkinum, ein fyri ein, og avmarking verður sett á talutíðina, soleiðis at orðaskiftið í mesta lagi tekur tveir tímar.

Magni Laksafoss vísir m.a. í framløguni á, at av teimum fýra-fimm týdningarmestu veitarunum til føroyska búskapin, stendur feskfiskaveiðan undir fiskidagaskipanini sum tann veikastu parturin. Neyðugt er tí við nýhugsan og eini nýskipan í feskfiskaveiðuni, heldur hann, og tann táttin verður lagt út við í orðaskiftinum.

Ikki óvæntað verður spurningurin um loyvisskipanina eftir 2018 eisini eitt av høvuðsevnunum.

Ein føst lega í tilfeingisrentuni verður somuleiðis ein aðaltáttur í orðaskiftinum. Sama er við útlendskum kapitali í fiskivinnuni.

Nú Ísland ikki slapp at útflyta uppsjóvarfisk til Russlands, standa Føroyar og Grønland einsamallar eftir sum veitarar av uppsjóvarfiski til Russlands. Hetta er eitt eymt uttanríkispolitiskt mál, sum vit ikki kenna avleiðingarnar av í longdini, og áhugavert er tí at fáa boð frá politisku flokkunum, um hvørja støðu teir hava til henda spurning.

Ein annar áhugaverdur spurningur at taka upp er klientilisma í føroyskum fiskivinnupolitikki. Kann klientilisman vera orsøkin til, at vit ikki hava fingið nakra nýskipan í fiskivinnuni seinastu 15 árini, hóast nærum allir flokkar siga seg vilja hava broytingar? Kristoffur Laksá vísti í eini mastarritgerð herfyri á, at klientilisma hevur havt góðar dagar í Føroyum og at hon framvegis ræður innan partar av fiskivinnuni. Klientilisma er ein umboðsháttur, har atkvøður verða býttar um við ymiskar tænastur – politiskur stuðul verður býttur um við serligan framíhjárætt. Við øðrum orðum er klintilisma handil við atkvøðum og floksstuðli afturfyri politiskar og umsitingarligar avgerðir um atgongd til avmarkað tilfeingi.

Skráin fyri kvøldið í Skúlanum á Skúlatrøð (Fyrr: Skúlanum við Ósánna)

17.00 á Skúlatrøð
Fiskivinnuting í Skúlanum á Skúatrøð(fyrr Skúlanum við Ósánna) í Klaksvík.
Havstovan leggur fram um støðuna hjá toska- og hýsustovnunum og umhvørvið á Landgrunninum seinastu árini.
Hjálmar Hátún, havfrøðingur, greiðir frá um havfrøðilig viðurskifti
Eilif Gaard, lívfrøðingur og stjóri á Havstovuni, greiðir frá um æti og yngul.
Jan Arge Jacobsen, lívfrøðingur, greiðir frá um føði hjá makreli á Landgrunninum.
Petur Steingrund, lívfrøðingur, greiðir frá um toskin og hýsuna.

18.15
Steðgur
Fiskasúpan til allar áhoyrara og samvera, alt ókeypis

18.45

Hanus Samró leggur fram nýggju bókina “stríðið um fiskimarkið”

19.00
Føroyskur fiskivinnubúskapur
Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur, hevur fyrilestur um føroyskan fiskivinnubúskap.
Eftir fyrilesturin verður kjak millum politisku flokkarnar.
Helgi Jacobsen, tíðindamaður, sum hevur drúgvar royndir í miðlunum innan fiskivinnupolitikk, stjórnar orðaskiftinum.