Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskurin fer at koma vestanífrá

Oliver Joensen

Tað heldur Magnus Johansen, skipari og eigari av útróðrarbátinum Karlamagnus. Tíðin frá summarfrítíðini og her til hevur verið strævin hjá útróðrarbátunum. Nú royna vit ikki við línu, men tað hevur roynst tað sama hjá okkum. Vit vóru úti í 20 dagar í síðsta mánaða, men tað gav alt ov lítið.

Tað heldur Magnus Johansen, skipari og eigari av útróðrarbátinum Karlamagnus. Tíðin frá summarfrítíðini og her til hevur verið strævin hjá útróðrarbátunum. Nú royna vit ikki við línu, men tað hevur roynst tað sama hjá okkum. Vit vóru úti í 20 dagar í síðsta mánaða, men tað gav alt ov lítið.

Í oktober hava vit snøgt sagt ongan túr fingið av ymiskum orsøkum, so vit hava fyri neyðini at fáa nakrar túrar nú upp undir endan av árinum. Í fjør fingu vit ein góðan túr í oktober, har vit fingu fulla last, so kanska fer at bragda nú ein góð streymloysa verður í komandi viku og veðurmenninir siga frá betri veðri.

Men eg minnist frá tíðini eg róði út við línu, at sluppu vit ikki vestureftir hesa tíðina vestur at Barinum og Mykinesi, so var næstan ikki fari til útróðrar. Roknað var altíð við, at fiskurin skuldi koma vestanífra hesa tíðina. Tað plagdi at byrja við at nógv var at fáa vestanfyri, bæði norðanfyri Mykines og sunnanfyri. Ikki fyrr enn aftaná jól byrjaðu vit at seta her eysturi á okkara leiðum og onkran túrin í Svínoyarhavið. Men nú er onki skil á nøkrum, tað vísir seg sum at menn royna allastaði til allar tíðir nú.

Nú lítið hevur verið at fingið úttanfyri harðbotnin, hevur verið nógvur fiskur inni á firðunum. Vit vóru eysturin í Holinum, men har var onki at fáa hjá okkum, tá vit vóru komnir undir Svínoynna, kastaði vit, bara fyri at fáa okkum at kóka á veg heim, vit lógu har ein tíma og fingu 100 fiskar, tað var hildi at vera nógv fyrr í hvussu so er. Smábatarnir eru eisini komnir upp í 1000 pund í fjørðinum, men uttanfyri hevur ikki bragdað enn.

Eg haldi, sigur Magnus Johannesen at enda, at sjógvurin hevur verið ov heitur. Vanliga plagdi hann at liggja um 7-8 stig inni við land, men nú hava teir mált upp í 11-12 hitastig og tað er alt ov nógvur hiti.

Hinvegin, so mugu vit siga, at tað sær gott út fyri vetrinum. Sera nógv æti hevur verið at sæð inni við land og harav nógv lív í sjónum. Vit hava sæð meira til svartfugl enn vit hava sæð í mong ár og tað ber eftir mínum tykki boð um, at vend er um at koma.