Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi er nú lagt fyri løgtingið
Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi er nú lagt fyri løgtingið
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum hevur nú lagt uppskot til fiskivinnunýskipan fyri løgtingið.
Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður upplýsir at uppskotið kemur til 1. viðgerð týsdagin 19 september kl. 10.00
Uppskotið telur 141 síður og Norðlýsið fer at fáa viðmerkingar frá umboðum frá politisku skipanini og vinnuni, herfrá til týsdagin.




