Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fitness- og koreografidansur í Kvøldskúlanum

Kvøldskúlin

Nú nærkast til at næmingar fara at vísa, hvat tey hava tikist við í Kvøldskúlanum í vetur.
Eitt av tilboðnum hevur verið fitness- og koreografi-dansur, sum Cecile Mortensen hevur havt.

Framsýningin hjá Kvøldskúlanum verður sunnudagin 1. mai, og tá verður m.a. fitnessdansur eisini vístur fram. Annars er skráin hendan:

15:00 Framsýningin letur upp
16:00 Tónleikaframførslur
16:45 Próvhandan
17:00 Framsýning av føroyskum klæðum
17:30 Linedansur 18:00 Fitnessdansur
20:00 liðugt
Eisini verður heilsucafé opin við onkrum leskiligum fyri ein sámuligan prís