Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fitness, vælvera og baðiland – alt í einum

John William Joensen

Svimjihøllin hevur seinastu tíðina verið fyri umfatandi nýgerð og umbygging. Nú høllin er latin upp aftur eru enn fleiri tilboð til tey sum brúka svimjihøllina dagliga. Nýgerðin hevur gingið avbera væl, og nú hevur svimjihøllin nýggjar og karmar at virka undir, hetta hevur við sær at framyvir verða enn fleiri tilboð møgulig fyri tey sum velja at nýta svimjihøllina.

Svimjihøllin hevur seinastu tíðina verið fyri umfatandi nýgerð og umbygging. Nú høllin er latin upp aftur eru enn fleiri tilboð til tey sum brúka svimjihøllina dagliga. Nýgerðin hevur gingið avbera væl, og nú hevur svimjihøllin nýggjar og karmar at virka undir, hetta hevur við sær at framyvir verða enn fleiri tilboð møgulig fyri tey sum velja at nýta svimjihøllina.

Svimjihøllin er eitt sera gott og positivt aktiv fyri fólk í øllum aldri, og hetta ger at tørvurin er sera fjøltáttaður. Vit hava virka í longri tíð fyri at betra um tilboðini, og hetta hevur havt við sær, at vit í dag hava eina høll sum kann bjóða, enn fleiri tilboð til tey vitjandi undir somu lon, sigur Torkil Mørkøre, sum er leiðari fyri ítróttara-deplinum í Klaksvík sum umframt svimjihøll og baðiland inniheldur tvær stórar samanbygdar ítróttarhallir.

Svimjihøllin sera væl útgjørd

Svimjihøllin hevur tríggjar hyljar, eitt baðiland, ein 25 metrahyl, og ein heitt vatns-hyl, sauna, heilsuklivar, Kafeteria, og fitness. Svimjihøllin er opin hvønn dag uttan mánadag, og fitness er opið hvønn dag í viku. Upplatingartíðir síggjast á heimasíðu okkara www.svim.fo.

Baðilandi hevur tríggjar vatnkánónir og tveir fossar, og eitt bobluøkið. Umframt er vælumtókti rutshubani, sum børnini elska at spæla sær í. Baðilandi er sera væl egna at slappa av í, og eisini at fáa sær massagu undir vatnkanónum, ella fossunum. Rutshubanin hevur eina digitala klokku skipan, har møguleiki er at skipa fyri kappingum.

Heittvatnshylurin

Heitt vatshylurin er sera væl dámdur av foreldrum við smærri børnum. Hylurin liggur uml tær 31-32 gradirnar, og er tí heitur og deiligur at verða í. Vit hava sett hitan upp, fyri at gera tað betri fyri tey sum dáma væl at slappa av í einum heitum hyli, og tí er hetta eitt sera gott aktiv sum vit vóna at fólk fara at gera brúk av.

Kappingarhylur.

Kappingarhylurin verður mest brúktur til motiónsvimjing. Ægir hevur sínar dagligu venjingar í honum. Tað verða áltíð tríggjir heilir banar settir av til almenna svimjing tá Ægir venur. Venjingartíðir hjá ægir síggjast inni á www.svim.fo

Heilsuklivanir

Heilsuklivanir standa inni í svimjihøllini, og ein kann keypa sær atgongd til teir í bilettsølu. Infrareyðar strálur sum eru tær sunnu strálurnar sum sólin gevur, er orkukeldan sum verður nýtt í heilsu klivunum at hita kroppin við. Tær infra-reyðu strálurnar hava sera góða og sunna ávirkan á kroppin og er gott fyri m.a. forbrenning av tungmetallun, og fyri forbrenning sum heild, stívheit og eymheit í vøddum, avstressandi virkna á spenningshøvupínu, myosur, og er gott fyri ítróttarfólk sum vilja lívga um, blóðrensli o.a.

Sauna

Sauna er í kvinnu og mannfólkadeild, har hitin liggur uml. tær 80 gradirnar.

Umklæðingardeildirnar

Umklæðingardeildirnar hava 100 skáp hvør. Skápini er stýrd við el-lásum, sum eru teldustýrd, og sum kunnu koyra saman við atgongumerkjum til svimjing fitnsess. Skipanin verður útvikla í næstum, og ferð at hava óteljandi møguleikar við sær. Øll sum koma at svimja fáa eitt band sum læsir og opnar skápi. Bond til skápini fáast í billettsølu, ella inni í fitness tá ein ferð at venja ella at svimja.

Kafeteria

Kafeteria og bilettsøla eru í móttøkuni. Møguleiki er har at keypa sær okkurt leskandi eftir svimjitúrin ella bert ímeðan ein bíðar osfr. Vit hava hugsa um gjørt meiribrúk av kafeteria til ymiskt tiltøk. Eitt nú til smærri tiltøk av ymiskum slag, sum kunnu rúmast í kafeteria, og sum fólk kunnu leiga seg inn í. Eisini fara vit at leggja okkum at selja okkurt lætt sum er sunt og gott, um ein ynskir at fáa sær ein smærri máltíð eftir venjing. Meiri um kafeteria í næstum.

Fitness

Íðka er byrja við sínum virksemið í svimjihøllini. Hetta gevur møguleikar at tvinna kroppsliga venjing saman við venjing í vatni, ella hvíld og avslappan í høllini sum heild. Hetta er ein sera góð samantvinning, sum gevur møguleika til kroppsvenjing.

Íðka hevur ogna sær nógv nýggj venjingaramboð, eitt nú rennibond, rógvimaskinur, krossarar, vektir, og eina forkunnuga vekt sum málar feittprosent sum sigur hvussu tín kroppstøða er . Vektin kann verða ein góð motivatión at venja eftir, tí hon fortelur tær hvussu framgongdin er tá tú venur fram ímóti einum máli.

Tað at kunna hýsa alt undir einum takið, er ein fyrimunur fyri tey tilboð sum høllin nú kann bjóða, og tí at fitness, svimjing, spæl, hugni, og familia hóskar sera væl saman.

Íðka hevur fyri stuttari tíð síðani sett ein fitnessinstruktør, sum hevur lærdóm og kunnskap til fysiska venjing eins og til kostráðgeving. Møguleiki er at fáa persónliga vegleiðing, alt eftir hvat títt ynski er fyri tína venjing.

Íðka hevur opið soleiðis: Manadag – Fríggjadag 06.00-21.00 og leygardag – sunnudag 07.00 -21.00. Til ber at venda sær til Íðka á tlf 454647 og hoyra nærri um venjingarmøguleikar og fáa vegleiðing.

Framtíðin

Torkil Mørkøre greiður frá at tey hava ymiskar ætlanir.

– Fyrsta avbjóðingin er at fáa, svimjihøll, fitness og kafeteria at samvirka væl saman. Ætlanin er at kundar kunnu velja ymiskar pakklaoysnir, har møguleiki er at fara á eina heimasíðu, ella at venda sær til bilettsølu fyri at velja tey ymisku tilboðini, sum høllin hevur at bjóða saman við Íðka.

Ætlanin er eisini at betra um tilboðini eitt nú við upplatingartíðum, her verður fokus mest sett á morgun svimjing. Tað eru fleiri sum hava vent sær til svimjihøllina, sum ynskja at hava møguleika at byrja dagin við svimjing, vit koma at síggja nakrar broytingar í næstum, sum gerð at svimjihøllin verður meiri opin, eins og at kafeteria ferða at selja ymiskt sum hóskar til venjing og ein sunnan lívsstíl.

Sí myndir sum vit tóku eina stilla løtu áðrenn svimju-høllin lat upp mikudagin.

Leygardagin – tunnilsdagin er opið sum vanligt, sí svim.fo