Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Fjálga um tey smáu í Hvannasundi

Oliver Joensen

Hvannasunds kommuna hevur í heyst gjørt nógv fyri trivnaðin hjá børnunum. Ingrtid Petersen, bygdarráðsformaður sigur, at bygdarráðið líka síðani ráðið tók við, hevur arbeitt við at økja um trivnaðin í Kommununi. Spælipláss til børnini í nærumhvørvinum hevur ligið ovarliga hjá okkum.

Vit hava uppdaterað spæliplássið í Hvannasundi, sum liggur við býráðshúsið. Harafturat hava vit fingið ein sparkivøll omanfyri kirkjuna. Í Norðdepli hava vit eisini gjørt eitt spælipláss við omankoyringina til havnarlagið og har hava vit eisini lagt ein sparkivøll. Sparkivallirnir eru ikki rættuliga lidnir enn, men tað eru spæliplássini. Undirtøkan hevur verið sera stór frá barnanna síðu. Vit hava sjálvandi ein vøll við skúlan á Fossanesi, men tað liggur líka sum burturfrá bygdunum báðum. Foreldur hava ynskt at fáa spælipláss og sparkivøll nærri bústaðarøkinum, soleiðis at tað er lættari at hava eftirlit við børnunum, tá tey eru úti og spæla. Bygdarráðið hevur eisini lagt dent á at børnini skulu flyta seg í samfelagnum, tí eru spæliplássini í kommununi ikki gjørt eins.

Hetta hevur víst seg at verið ein góð íløga hjá kommununi, kanska mest tí at tiltakið hevur verið so væl móttikið av børnunum, sigur Ingrid Petersen, at enda.