“Kundaráðgevararnir á Fornagørðum eru fúsir at hjálpa tær til vøkstur í tínum peningaligu viðurskiftum”
Tað søgdu tey í deildini hjá BankNordic í Klaksvík tá vit vitjaðu inn á gólvið. BankNordic koyrir eitt átak júst nú, har peningaligu viðurskiftini verða líknað saman við plantum og plantuvøkstri. Meira kann lesast um hetta á Norðlýsinum, her bankin hevur forvitnisliga lýsing.
Starvsfólkini á deildini á Fornagørðum er við í eini innanhýsis kapping hjá bankanum, har tað verður kappast um kreativitet um yvirskriftina “Røkt gevur vøkstur”.
Sum sæst á myndunum niðanfyri, so hevur hugflogið fingið veingir á Fornagørðum, og hóast atakið hjá BankNordic snýr seg um plantuvøkstur og góð ráð, so hava starvsfólkini her givið átakinum onnur klípi, millum annað ein fitt ketta við kettlingum, bildekk og sjálvandi eisini fiskur, vit eru jú í fiskivinnuhøvuðsstaði Føroya. – Vit gita, at starvsfólkini á Fornagørðum fara at vinna kappingina.
Øll eru vælkomin inn á gólvið, skulu vit heilsa og siga, kaffi var eisini á borðinum.




