Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fjarðafestivalurin fyrireikar eina spennandi skrá

John William Joensen

Søgur eru farnar at ganga um at fleiri av kendastu Gaither Homecomming sangarunum verða á fjarðafestivalinum í ár – men Eyðun er tættur sum tunnan

– Eg kann siga so mikið, at sum tað sær út í løtuni fer Fjarðafestivalurin at venda sær til ein breiðan hóp av gospel-elskarum.

– Vit fara at hava eina breiða viftu av kendum altjóða nøvnum og føroyskum bólkum.

– Hvørji nøvn talan er um fara vit at avdúka um stutta tíð.

Tað almenna kann ikki bert stuðla einum festivali
– Eyðun Jacobsen, sigur seg ikki skilja úsøgnirnar hjá stjóranum í Samvit – Elin Heinesen – sum sigur at Ferðaráði nú ætlar at bjarga kreppurakta G-Festivalinum og branda hendan úti í heimi.

– Eg vóni at eg havi misskilt orðini hjá stjóranum í Samvit tí tað er sera hugstoytt fyri okkum at frætta at almennir pengar soleiðis verða oyramerktir til ein ávísan festival.